# Eysturoyar Apotek

- Link: https://gamlihandil.fo/artalslisti/apotek/
- Udgivet: 2008-03-23T13:56:04+00:00

**Apotek**

**Hándkeypssølur**

Í 1885 vóru fýra í Eysturoy, og á eystara armi av Skálafjørðinum hava fleiri verði
m.a. í Saltangará: Símun á Høgabóli fram til 1934, Emma Joensen frá 1934 til 1984
og m.o.  JOPO í Runavík.

**Søludeild**

2. mai 1994 lat Tjaldurs Apotek v/ Jonnu Hansen apotekara eina søludeild upp í leiganum
høli á Heiðavegi 3 í Runavík.

Deild

4. november 2002 flutti “søludeildin” út á Mýraveg 6 í Runavík, í nýggja bygningin
við síðuna av Heilsumiðstøðini. Og bleiv tá ein sjálvst. Deild hjá Tjaldurs Apoteki.

**Eysturoyar Apotek**

1. oktober 2005 tók Hjalti Gunnarstein við sum apotekari á Eysturoyar Apoteki í 
Runavík. Og er hetta tað 4. Apoteki í Føroyum.

Higartil hevur Søludeildin/Deildin í Runavík verið ein deild av Tjaldurs Apoteki
í Havn. Og hevur Jonna Hansen á Tjaldurs Apoteki verið apotekari, og stjóri bæði
í Havn og Runavík.

Deildin í Runavík hevur tó havt deildarleiðara, og fakligu leisluna hevur ein farmaceutur
á Tjaldurs Apoteki havt og hevur ferðast ímillum.

Eysturoyar apotek fekk 4. oktober 2007 sum tað fyrsta av føroysku apotekunum handað
góðskukenningarskjalið frá umboði fyri Dansk Standard.

Øll apotek í landinum skulu hava ISO 9001 góðkenning, Fyri at fáa hesa altjóða góðkenning
krevst, at virkið er ført fyri at vísa á førleika til áhaldandi at gera vørur, sum
lúka ásettu krøvini_._

Keldur:

Er tað nakað grøðandi – Árni Dahl,

Dimmalætting,

Sverri Joensen,

Petsy Midjord.
