# Runavíkar skansi

- Link: https://gamlihandil.fo/artalslisti/runavikar-skansi/
- Udgivet: 2006-10-27T22:42:34+01:00

![](/wp-content/uploads/arkiv/skansin.jpg)

Undir seinra heimsbardaga blivu Føroyar hertiknar av bretum, í apríl 1940.

Teir tóku sær Skálafjørðin til krígshavn og gjørdu sær verju móti álopum frá fíggindanum
á Strondum, Innan Glyvur, í Søldarfirði, á Toftum og á Nesi. Eisini settu teir kavbátagørn
millum Strendur og Saltnes.

Á Nesi blivu settar tvær kanónir, í bóru 16 km og kundu skjóta eina granat, sum 
vigaði 120 pund, umframt loftverjuskotvápn av ymsum slag, ljóskastara vakthús v.
m. Nógvir bygningar, mest barakkir, blivu bygdir til hermennirnar, sum allir vóru
útgjørdir við hondvápnum.

Á Toftum varð bygd ein lazarettdeild við lækna og sjúkrahjálparum og ein triði hermannabýtlingur
innari á Toftum. Tilsamans blivu bygdir millum 50 og 60 bygningar av ymsum slag 
á Nesi og Toftum, og vóru her fram ímóti 300 hermenn, sum høvdu til aðaluppgávu 
at verja innsiglingina til Skálafjørðin.

Og fyri at teir ikki skuldu verða tiknir á bóli aftanífrá, so gjørdu teir sær ein
verjugarð úr Runavík og niðan á Toftavatn og úr Toftavatni yvir á sjógv í Rituvík.

Hesin verjugarður var av píkatráði, har støði var 2-3m breitt, og nakað tað sama
til hæddar á miðjuni.

Teir gjørdu sær eisini skotgravirheiman fyri henda verjugarð, sum lógu soleiðis 
í lendinum, at síggjast kundi ímillum tær. Hesar skotgravir vóru grivnar í heyggjar,
vóru opnar og gjørdar av náttúrutilfarinum, har var, sum partvíst varð fylt í sekkir
til at laða tær upp innan við, best egnað tilfar í sekkirnar var sandur.

Tó var eitt undantak, og tað var tann niðasta oman ímóti sjálvari Runavíkini dygst
við koyrivegin. Har gjørdu teir ein skansa, hann bleiv eisini grivin inn í ein heyggj,
men gjørdur úr betongi, allur sum hann er. Hann er sekskantaður og hevur sjey skotglopur,
eitt skothol í hvørjari síðu og tvey, har sum inngongdin er, og kann sostatt verjast
til allar síður.

**Gerast til eitt savn– Í staðin fyri at bróta skansan niður, so áttu vit at tikið
hond um hendan skansa og gjørt hann til eitt savn um krígstíðina, sum var atkomiligur
hjá almenninginum og eisini var eitt aktiv hjá ferðavinnuni. Tað má bera til at 
byggja skúlan og laga seg eftir umstøðunum, soleiðis at skansin, sum stendur dygst
við landsvegin og ikki forðar fyri atkomu til skúlan, kann varðveita sín søguliga
rætt at vera til sum partur av landsins søgu, skrivar Jógvan I. Olsen í lesarabrævinum,
og heitur á øll og serliga tey, sum hava viðkomandi ábyrgd, um at eira hesum søguliga
dýrgripi, sum Runavíkar skansi er.

**Skansin ikki friðaðurHans Jacob Lamhauge tekur undir við Jógvan I. Olsen, og metir
hansara hugskot um at lata skansan standa verða eitt gott hugskot, tí hann hevur
eitt fornfrøðiligt minni. Býráðið hevur hóast tað ikki tikið eina endaliga avgerð
um lagnuna hjá skansanum, og málið fer upp at venda hjá Mentanarnevndini um ikki
so langa tíð. Fólk flest hava sum altíð ymiskar meiningar, og tað hava tey eisini
viðvíkjandi skansanum. Nøkur vilja hava hann standandi, meðan onnur gjarna vilja
hava hann fluttan eitt sindur, so hann ikki kemur at standa í vegin fyri skúlabyggingini.
–
Skansin er ikki friðaður, og hann stendur meint í skúlabyggingini. Fornminnissavnið
er uppi í málinum eisini, og tey meta tað ikki verða trupult at flyta skansan nakað
frá byggingini. Peningaliga meta tey heldur ikki, at tað fer at verða dýrt, sigur
borgarstjórin. Hann greiðir eisini frá, at Fornminnissavnið hevur sagt, at avgerðin
liggur í býráðsins hondum.

**Lata hann faraHóast tað er rætt at halda upp á skansan, so sigur Hans Jacob, at
býráðið hevur góðan hug at lata hann fara í søguna. Skansin fer at órógva skúlabyggingina
eitt sindur, og tað verður tí neyðugt at gera nakrar broytingar, um tað skuldi hent
seg, at hann bleiv standandi.

keldur:

Jógvan I. Olsen

Dimmalætting/

Áki L. Hansen

30.10.2006
