# Gamli Handil

Søgulig heimasíða fyri Heiðarnar — Saltangará og Runavík

- Websted: https://gamlihandil.fo/

## Konsertir á Neystaloftinum Bjørg Olsen úr Æðuvík spælur klaver.

- Link: https://gamlihandil.fo/tidindi-6/
- Udgivet: 2007-12-29T02:45:53+00:00

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gomul-jol-2007/bjorg.jpg)

**Konsertir á Neystaloftinum 
Gomul Jól í Heiðunum 2007

Mikukdagin 19. des. spædu **Diana Lamhauge Hansen** og **Óluva á Torkilsheyggi **
violin á Neystaloftinum
 Hósdag 20. og Leygardag 22.des. spældu **Oddvør og Mary
Fredriksberg **tvørfloytu á Neystaloftinum. 

fríggjadag 21.des. spædu **Bjørg Olsen**, **Aimée og Eyðbjørg Jacobsen** á klaver
og **Margaret Lilaa **cello, á Neystaloftinum. 
 Vit vitjaðu Fríggjakvøldi: har 
var sera hugnaligt, tær spældu jólaløg o.a.  Konsertin var væl fagnað av áhoyrarrunum.

## Basskonsert umborð á Høganes við Øssuri Johannesen

- Link: https://gamlihandil.fo/tidindi-5/
- Udgivet: 2006-06-17T22:56:19+01:00

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gamli-handil/tidindasavn/ossur-johannesen.
jpg)

Fríggjakvøldið 16 juni 2006 kl.21.00 hevði Øssur Johannesen Føroya mest orginali,
ekspressive, virutuosi og ekstremi solobass-spalari, konsert umborð á Høganes sum
liggur í bátahylinum í Heiðunum, hann framførdi eina bass-solo konsert við egnum,
nýggjum løgum og tilfari hjá øðrum, m.a. tvey samansett stykki við temaum eftir 
Bethooven og eina “medley” við løgum eftir Led Zeppelin, Tjakovski, Uraiah Heep 
og Grieg.
Øssur læs eisini egnar yrkingar, og løtan endaði við eini bass og guittar
duo, sum Øssur og Hjalti Joensen framførdu saman.Tað vóru millum 30 og 40 áhoyrara
til konsertina. _Síðani 1996 hevur Øssur givið 5 fløgur út, 3 solo og 2 saman við
Hjalta Joensen, allar eru útgivnar av plátufelagnum Tutl. Øssur hevur drúgvar royndir
í at framføra bæði í Føroyum og uttanfyri landoddarnar.Hjalti Joensen er ein av 
fremstu guittarleikarum okkara, hann er kendur frá m.a. Moira, Terja Rasmussen Devon
og Kíkum.

## Nógv fólk var samankomið tá Jólaskipið legði at í Heiðunum

- Link: https://gamlihandil.fo/tidindi-4/
- Udgivet: 2005-12-22T00:06:11+00:00

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gomul-jol-2005/folk.jpg)

Hugnaliga tiltakið er sera fjølbroytt við nógvum ymiskum á skránni. Økið er vakurt
pyntað við perum og jólatrøum og skótarnir hava gjørt eitt portur úr raftum við 
inngongina til Gomul Jól. Teir skipa fyri hugnaligu jólakaféini á Neystaloftinum,
har tú kanst keypa heitt gløgg, kaffi, vaflur, eplaskivur og annað gott, meðan tú
lurtar eftir jólatónleiki.

Tiltakið var roynt á fyrsta sinni í fjør, og var tað so væl umtókt, at tað aftur
er á skránni í ár. Tiltakið hevur verið opið hvørt vikuskifti síðani 1. sunnudag
í Advent, og jólavikuna er opið hvønn dag til og við hósdagin  22. desember.
Opið
er hvønn dag frá kl. 16:30 til 19:00.Í hugnaliga Gamla Handlinum hjá Olivari, hevur
blómuhandilin Orkis eina rúgvu av jólaprýði til sølu. Her eru ljós, stakar, vættrar,
jóladekoratiónir og mangt annað. Jólatrø fáast eisini til keyps uttanfyri. Harumframt
er eitt rúm í handlinum, har ymisk tiltøk hava verið, Leygardagin 3. des. tók fotografurin
Amy Hansen, Jólamyndir av børnum og vaksnum í Gamla Handlinum, í løtuni hevur Gunnvá
Kjærbo av Strondum ymiskar vørur til húðrøkt til sølu.

Nógvur tónleikur

Í jólakaféini á Neystaloftinum er tónleikur at hoyra hvønn dag. Mánadagin 19. desember
fara børnini úr Útistovu í barnagarðinum á Mýrunum at syngja jólasangir, og týsdagin
20. desember fer 12 ára gamla Bjørt Simonsen o.o. at spæla á sello. Hósdagin 22.
desember, sum er síðsti dagurin, áðrenn tiltakið endar, spæla Angelica Nielsen og
Tóri Restorff Jacobsen á violin og sello.

Børnini kunnu gleða seg !

Í ár hevur eisini verið skipað fyri eini teknikapping fyri børn. Evnið er “Jól í
Runavíkar kommunu”, og øll børn kundu lata tekningar inn í Gamla Handlinum hjá Olivari
ella í jólakaféini. Seinasta freist at lata tekning inn var sunnudagin 18. desember
kl. 19:00. Vinnarnir av teknikappingini verða kosnir tá jólaskipið kemur inn mikudagin
21. desember. Vinningarnir eru gávukort frá Handilsmiðdeplinum í Runavíkar kommunu,
og millum jól og nýggjár verður ein framsýning við øllum myndunum í blómuhandlinum
Orkis á Glyvrum.

Børn og vaksin kunnu eisini gleða seg til mikudagin 21. desember, tá jólaskipið 
leggur at í bátahylinum, sum er beint við økið. Skotið verður við fýrverki tá skipið
leggur at. Umborð á skipinum verða jólamenn, vættragentur, og kanska eisini okkurt
vættrabarn. 
Jólamenninir fara at syngja saman við børnunum, og vættragenturnar 
fara at dansa onkran vættradans. Tey fara sjálvandi eisini at hava okkurt gott at
bjóða børnunum, sum eisini kunnu gleða seg til, at vinnararnir av teknikappingini
verða kosnir ta løtuna.

Handlarnir í Handilsmiðdeplinum hava leingi opið í jólavikuni. So øll eru hjartaliga
vælkomin til býin hesar dagarnar til jóla. Tað er eitt gott hugskot at fara ein 
túr til “Gomul Jól í Heiðunum”. Tá ið jólainnkeyp og annað er liðugt, kanst tú so
leggja leiðina ein túr til hugnaligu og spennandi jólabygdina Æðuvík, og so ert 
tú í røttum jólahýri.

## Elis Poulssen hevur samrøðu við Petur Højgaard um sjólívið og spældur bleiv eisini sangurin sum Petur hevur yrkt “Tú Fødur føroyingur fríur”

- Link: https://gamlihandil.fo/tidindi-2/
- Udgivet: 2005-06-12T22:46:00+01:00
- Forfatter: jeggy

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/elis-og-petur-hojgaard.jpg)

Petur Højgaard og Elis Poulsen

** Tú føddur føroyingur fríur.
 

 Tú føddur føroyingur fríur, væl borin i móðurlands
fang, væl veri tín byrur blíður, tín framtíð rík og long.

Niðurlag:
 Tað landið, tú nemur er Føroyar, væl runnið úr norrønar” rót, Guds trúgv
og álit á landið, tá grør um gangandi fót.

Føroyingur, tú kennir teg heima,
 títt borðfæ, tað fongríka hav várar forfedrar 
ei vit gloyma, tær oyggjar tú Harrin teim” gav.

Hygg sólin á tindarnar roðar,
 nú brosar tín móðir til tín, tær kenslur í hjartað
hon boðar um Skaparans verk til tín.

Hann álitið hevur tær givið,
 tú setir teg aftur í rong, tak róðrið og eingin ivi,
vind Merkið á fulla stong.

Orð og lag:
 Petur Højgaard Saltangará

## Poula Andersen krambakvinna hjá blómuhandlinum Orkis selur jólapynt í Gamla Handlinum

- Link: https://gamlihandil.fo/tidindi-3/
- Udgivet: 2004-12-06T22:47:51+00:00

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gomul-jol-2004/poula-andersen.jpg)

Til ber at vitja Gomul Jól í Heiðunum í Saltangará hvønn dag til jóla frá 16-18,
tó leygardagar frá 12-14.
 Nógv ymiskt er á skránni, blómuhandilin Orkis selur jólapynt
í Gamla Handlinum, skótarnir selja jólatrø úti og hava jólacafé á loftinum í gamla
neystinum.

Í vikuskiftunum skipa skótarnir fyri einum mini mini djóragarði við føroyskum djórum.

Livandi tónleikur verður at hoyra hesar dagar: 
mikudagin 8. desember syngja børn
úr Barnagarðinum á Mýrunum (Útistovu) jólasangir. Hósdagin 9. desember syngja børn
úr Heimistovu. Vikuskiftið 11. og 12. desember spæla Áki Hansen o.o. horn. Mánadagin
13. desember syngja børn úr Miðstovu. Týsdagin 14. desember syngja børn úr Frítíðarskúlanum
á Toftum. Hósdagin 16. desember syngja børn úr Innistovu. Leygardagin 18. desember
spæla Bodil Simonsen og Maria Tausen o.a. floytu. Sunnudagin 19. desember spæla 
Joan Simonsen og Bodil Tausen violin. Mánadagin 20. desember syngja Joan Simonsen,
Monika W. Poulsen, Karla Maria Gaardbo og Jenny á Reynatrø jólasangir. Týsdagin 
21. desember syngja Marita Joensen og Jonni Hansen. Mikudagin 22. desember syngja
Joan Simonsen, Monika W. Poulsen, Karla Maria Gaardbo og Jenny á Reynatrø og Hósdagin
23. desember spæla Áki Hansen o.o. horn.

Jólaskip leggur at í bátahylinum í Heiðunum týsdagin 21. desember.
