# Grønibátur hjá Per í Heiðunum

- Link: https://gamlihandil.fo/gamla-neysti/gronibatur/
- Udgivet: 2005-03-13T03:28:53+00:00

Her skal sigast eitt sindur um tíggjumannafarið, íð var kallaður Grønibátur tí at
hann var málaður grønur í vatnganginum, Grønibátur hjá Per í Heiðunum sigst at vera
smíðaur í 1892 av Poul Nicláa Danielsen.

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/neystid/gronibatur-2.jpg)

Poul Niklái búsettist í Saltangará í 1892 og sigst Grønibátur vera fyrsti bátur 
hann smíðjaði eftir at hann búsettist her. Kjølurin er úr eik av DELPHININI, og 
borð og bond skulu líkaleiðis vera úr reyðviðsplankum av Delphinini. Seymirnir vóru
trænaglar.

Grønibátur bleiv nýttur til skjúts, doktara- og grindaferðir umframt fiskarí og 
handilsferðir.

Hesin bátur er sera nógv útlagdur í botninum og harav framúr til førning umframt
sera góður gongubátur við seglum.

Sagt verður at Grønibátur vanliga nýtti tvær mastrar til segl. Hesin bátur bleiv
nógv nýttur, serstakliga væl kom hesin bátur við hjá teimun í Rituvík.

Per doyði í 1932 og versonur hansara tók handilin yvir og eisini neyst og bátar.
Grønabát seldi hann til Andreas Poulsen á Skipanesi. Andreas seldi bátin seinni 
til William Tindskarð í Skálavík og um hvussu tað gekk til.

Hilmar Nielsen greiðir frá:

Ein dag ringir Jens Dalsgarð lærari til mín og sigur at báturin hjá abba mínum er
til sølu í Skálavík . Tað at tann nógv umtalaði Grønibátur var til enn, kom heilt
óvart á. Ringt bleiv til eigarmannin, men tíverri var báturin longu seldur til Herálv
Andreasen í Froðba. Tað var spell men einki at gera við.

William Tindskarð fór at greiða frá hvussu hann keypti bátin. Lýsing stóð í Dimmu
um bát sum var til sølu inni á Skipanesi, hetta varð fyrst undir seinna heimsbardaga,
tá íð vónleyst var at útvega sær borðvið til bát. Hann telefonerar til Andreas og
avtala at hann skuldi koma á Skipanes og hyggja at bátinum og so bleiv gjørt. Fyrst
úr Skálavík á Havnina við Smyrli og síðan úr Havn til Klaksvíkar og haðan til Norðagøtu
og síðan til gongu til Skipanes. Á Skipanesi sær hann bátin og dámdi hann væl og
teir komu ásamt um prís og síðan bleiv segl sett á og lagt frá landi. Høgættarlot
var og byrður av tí besta suðureftir.

William segði at hann kendi seg sum ein kong har hann sat og stýrdi sínum egna fari.
Ferðin suður til Skálavíkar gekk skjótt og væl, og nógv fólk var komið oman at taka
ímóti. Skjótt var at bátinum var uppi á turrum. Har vóru nógvir mans hjá íð skoaðu
og mettu um bátin. Teirra niðurstøða var at hetta varð ein skaðabátur íð ikki kom
at roynast honum góður. Hann var ungur og bragligur tá, men hesar niðurstøður frá
eldru bygdarmonnunum slerdu seg hart. Hann sum løtu síðan var errin og stoltur av
at koma til heimbygdina við egnum fari, var nú sera illa við.

Práti gekk men so við og við tyntist og at enda var ein einsamallur gamal maður 
eftir. Hesin gamli maðurin kom til mín og segði, lurta ikki eftir hvat hinir siga,
eg skal siga tær tað, at hettar eru dygdarfjalir, hygg botnurin og reisingarnar 
tær eru framúr, gævi tað untist mær at sloppi at roynt hesar fjalir tí hettar er
úrvalsbátur. Hesi orð frá hesum gamla manni gjørdi meg glaðan og ein heitur ylur
streymaði ígjøgnum meg, seyði William.

Stór grind doyði stutt eftir í Húsavík, tá tók eg henda gamla mannin við í bátin
og vit førdu væl meira grind í bátinum enn nakar annar og báturin lá væl undir førninginum.
Tá helt hesin gamli, segði eg tær ikki tað William hettar er ein framúr bátur. Hann
er fyri langt síðan farin í Harrans hendur, men hann fekk fullan rætt, tí báturin
gjørdist álitisbáturin í bygdini og eg havi verði góður við hann alla mína tíð og
hann hevur staði í neystinum líka til nú synirnir (kanska segði hann sonurin) keyptu
glastrevjabát, nú mátti hann út úr neystinum.

Tað var sum at fáa knívin at báturin bleiv seldur, tað var illa at tit vóru ov seinir
tí tað hevði glett meg um báturin bleiv varveittur og so har á tí stað har hann 
var frákomin.

Síðan hendi tað at Pápi (Niels Jacob) og eg keyptu bátin frá Herálva og fingu hann
í aftur gamla neystið hjá Pidda at standa.

William hevði sett maskinu í bátin og samstundis lyft hann upp við at seta eitt 
borð afturat.

Vit tóku maskinuna úr og ætlaðu at gera hann aftur so sum hann var, fyri síðan at
fáa hann á eitt bátasavn her, men enn er einki gjørt.

William var nakrar ferðir á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimið til umlættingar og
tað einu ferðina eydnaðist at bjóða honum inn til ein kaffemun og prát, Petur hjá
Bettu og Kissa hjá Olivar vóru her eisini og teir fingu so at hoyra frá honum somu
frásøgn. Petur greiddi frá at William hvønn morgun summar og vetur nakin lat seg
spula væl og virðiliga við sjógv. Petur segði seg royna tað einaferð, men tað bleiv
eisini bert henda eina ferðin tað var nógv for kalt, men hjá William beit einki 
á, William var ein sera raskur sjómaður.
