# Søgan hjá Gamla Handli

- Link: https://gamlihandil.fo/gamli-handil/
- Udgivet: 2006-04-14T00:43:24+01:00

   Mynd frá 1925

**Mett verður at Gamli Handil í Heiðunum var bygdur í 1866.**

Ein dagin, sum Niels Joensen (Ytri Niels) hevði verði í Havn, fór hann á gátt hjá
beiggjanum, Símuni í Hoyvík, at fáa sær flutning inn aftur í Eysturoynna.

Tá segði hann frá, at nú hevði hann ætlanir um at fara at royna seg sum handilsmann,
og at hann hevði verði í Havn og keypt vøru. Tað sum hann hevði keypt, var í eini
kópaskinstasku, sum hann hevði um herðarnar. Í henni vóru fýra sløg av vøru: tubbak,
skrá, kaffi og sukur.

Jóhanna á Høgabóli segði, at hetta var beint eftir, at kongaligi einahandilin var
hildin uppat. Um tað er rætt, so hevur hann handlað eina tíð, áðrenn hann fekk handilsloyvið,
tí at tað fær hann 2. februar í 1863.
