# Kongshavn

- Link: https://gamlihandil.fo/kongshavn/
- Udgivet: 2005-02-26T01:28:03+00:00

Navnið “Kongshavn” fyri Skálafjørðin er elligamalt, ja fleiri 100 ár.

  Tá føroyingar av álvara fóru at fáa sær skip fyrst í hesi øldini, sást skjótt,
at skipað viðurskifti máttu fáast í teimum ymsu havnunum, og í tí sambandi vórðu
havnareglugerðir gjørdar.

  Tað var í 1914, at havnastýri varð sett á stovn fyri Skálafjørðin, sum er umboðað
av øllum komunum, sum liggja við Skálafjørðin.

  Tá tú siglur inn á Skálafjørðin og  komið er inn ímillum vitan á Garðsenda og 
Raktanga, ert tú komin inn í Kongshavnar havn.

  Kongshavnar Havn røkkur av Garðsenda og inn í Skálabotn (tað eru trettan kilometrar
av sandinum í skálafirði í beina linju út í Raktanga), og tá ið skip er komið inn
á fjørðin, rindar tað tí plássi havnargjald, tað fyrst kemur á, og hesin peningur
er felagsogn hjá øllum fjørðinum. Um skipið siglir úr einari í aðra, rindar tað 
viðkomandi kommunu brúgvarpening. Havnarfútarnir krevja peningin inn, og kommunan
fær 25% í samsýning av hesum gjaldi.

  Tá árið er úti, rindar hvør kommuna sær Kongshavnar Havn havnargjald. Nevndin 
hevur síðan fund og ger roknskap fyri árið, og tá fæst greiði á, hvussu nógv er 
komið inn. Hvør kommuna fær síðan pening líknaðan út í mun til tað strandaøki, hon
ræður yvir, og sambært reglugerð Kongshavnar Havn má peningurin bert nýtast til 
umvælingar og ábøtur á havnirnar.

  Tá ið kommunu tørvar pening, biður hon við skrivligari umsókn Kongshavnar Havn
um henda, við gjølligari greining um hvat peningurin skal nýtast til. T.d. nyttar
ikki hjá Runavíkar Kommunu at biðja um pening til ábøtur á lendingina í Rituvík,
Nes Kommuna fær heldur ongan pening til ábøtur á lendingina á Neshamri, tí hon liggur
uttan fyri havnamerkini á Skálafjørðinum, og Sjóvar Kommuna kann ikki nýta pening
til lending í Kolbanargjógv, Morskranesi ella Selatrað. Peningurin kann einast verða
nýttur til havnir á Skálafjørðinum.

Kelda:

Samstarv – Oluf Djurhuus
