# Elin Lindenskov Eva úr Dímun Eyðna Gaard

- Link: https://gamlihandil.fo/listaframsyningar/adrar-framsyningar/elin-eva-og-eydna/
- Udgivet: 2007-11-07T20:29:19+00:00

**Mentunarvikan í Runavík 2007**

**Elin Lindenskov**, **Eva úr Dímun og ****Eyðna Gaard**

**høvdu eina sera áhugaverda søluframsýning í**

**Gamla Handli í Heiðunum.**

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gamli-handil/listaframsyningar/elin-lindenskov.
jpg)

[**Elin Lindenskov**](http://www.lindenskov.com/Default.asp?sida=656) úr Havn sýndi
fram livandi ljós og sápur gjørdar úr tálg, Elin hevur arbeitt við hesum í eini 
10 ár.

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gamli-handil/listaframsyningar/elin-sapur-
2.jpg)

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gamli-handil/listaframsyningar/eva-ur-dimun.
jpg)

[**Bóndahjúnini úr Dímun**,](http://www.storadimun.fo/) **Jógvan Jón Petersen** 
og **Eva úr Dímun**. Vístu fram garvaði seyðaskinn úr Dímun

**Garving**

Tað skerst ikki burtur, at bóndaarbeiðið er sera víttfevnandi og tengt at árstíðini.
Um summarið er hoyggingin, um heystið er fjallgonga og flettingin á skránni o.s.
fr. Í løtuni fáast tey við at garva skinn. Tað merkir, at tey taka seyðaskinnini,
sum tey hava goymt síðan heyst, og reinsa tey. Hetta arbeiðið er eitt sindur torførari
og meira tíðarkrevjandi, enn tað tykist í fyrsta umfari.At garva eitt skinn tekur
umleið átta dagar, til tað er heilt liðugt. Áðrenn tað kann latast út til handlarnar,
skulu tey liggja í nógvum ymiskum løkum, spulast, reinsast, skerast til og til síðst
eisini greiðast. Jógvan Jón og Óli Jákup gera tað mesta av tí likamliga tunga arbeiði
av garvingini, meðan Eva greiðir tey flestu skinnini. Tey skulu greiðast eitt og
eitt við hond, og tekur tað umleið hálvan tíma at greiða hvørt skinn. Tilsamans 
skulu gott 200 skinn garvast, og garva tey eini 25 í senn í hvørjari process.

Garvingin er eitt slag av verkætlan hjá teimum, har tey byrjaðu so smátt at garva
í fjør. Sum tað nú sær út, tykist tað at vera heilt fittur eftirspurningur eftir
tílíkum garvaðum skinnum. Bæði føroyingar og útlendingar keypa garvað seyðaskinn.

_Kelda  FF blaðið 25.  jan. 2007_

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gamli-handil/listaframsyningar/eydna-gaard.
jpg)

**[Eyðna Gaard](https://gamlihandil.fo/listaframsyningar/adrar-framsyningar/elin-eva-og-eydna/Sgaard@post.olivant.fo)**
úr Klaksvík sýndi fram smúkkur, lampur og aðrar prýðislutir úr hornum og kleyvum.

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gamli-handil/listaframsyningar/eydna-gaard-
horn.jpg)
