# Edith Mørkøre

- Link: https://gamlihandil.fo/listaframsyningar/edith-morkore/
- Udgivet: 2007-11-24T00:28:21+00:00

&nbsp;Edith Mørkøre&nbsp; Hoyvík Edith er fødd í Tórshavn í 1979, uppvaksin á Argjun og hevur frá ungum árum havt áhuga fyri at skapa, tekna og mála. Hon hevur gingið á Háskúla í Rønde har hon hevði sergrein í list. Edith hevur verði við á nógvum ymiskum fram-sýningum kring landið, hon hevur millum annað sýnt fram í smiðjuni í Lítluvík, Ribarhús, Lions Runavík, Lions Tórshavn, Norðoyastevnuframsýningini, Hafnia, Kelduni Gallarí Jinx, Snarskivuni, Eik, á torginum í SMS og Gallarí Oyggini. Edith&nbsp;hevur eisini havt listarligu uppgávurnar av at prýða &#8220;Árið hjá fiskimonnum 2005&#8221; og brettspælið &#8220;Manna&#8221;, sum kom út í desembur 2006, í ár er hon eisini millum teirra sum prýða &#8220;Javna kalendaran 2008&#8221;. Edith málar abstrakt/eksprionistiskt. Til hesa framsýningina í Gamla Handli hevur hon arbeitt við strukturi og formum í akryl. Evnini eru viðurskifti, sum rørast í ti dagliga lívinum og tíðini vit liva í í dag. Myndir frá Listaframsýning í Gamla Handli í Heiðunum 23. &#8211; 25. november 2007 Edith Mørkøre &#8220;Minnir&#8221; &#8220;Fjøldin&#8221; Katrin,&nbsp;henni dámdi&nbsp; væl málningarnar hjá Edith. &nbsp; Edith Mørkøre málar á atelierinum á Argjun. Har fólk ofta koma á gátt at hyggja eftir málningum. Tlf: +298 283319&nbsp;&nbsp;og&nbsp; +298 314618 Heimasíða: http://www.edithart.com
