# Hanna á Kjalnesi

- Link: https://gamlihandil.fo/listaframsyningar/hanna-a-kjalnesi/
- Udgivet: 2009-06-25T17:18:35+01:00

|

  |   |

**Jóhanna Jakobsen, vanliga rópt Hanna á Kjalnesi, Hon er fødd í 1963, Hanna er ætta av Skála og búsitandi í Kollafirði.**

**Hanna á Kjalnesi dámar best at mála naturalistiskt og stillmyndir, men hon kann eisini finna uppá at mála nútímans abstrakt**

  |  
 |

**Hanna á Kjalnesi** hevur altíð verið áhuga í at brúka hendurnar til tað kreativa. Hon teknaði nógv sum barn og í uppvøkstrinum. Í 1994 var hon á intensivum skeiði í akvarelmáling, sum Flugger skipaði fyri í Tofta skúla.

 – Hetta var hjá einum enskum málara, Alec Krulov. Aftrat hesum hevur hon gingið fleiri ár í kvøldskúla í Kollafjarðar skúla hjá eitt nú Randi Gunnarsdóttir, listakvinnu. Um hetta mundi fór hon at mála við akrylmáling.

Hanna á Kjalnesi hevur verið á framsýningum: í Smiðjuni í Lítluvík, á Sundalagsstevnu í Hósvík, “Fram í Ljósi” í Klaksvík, á Atlantic Pane í Kollafirði og eisini aðrastaðni í Kollafirði.

Arbeiði við smykkum, sum Hanna eisini tekst við, byrjaði á kvøldskúla í perluseyming.

Har fekk hon hug at gera smykkur, sum hon eitt nú hevur havt við á sølustevnu í bygdarhúsinum í Kollafirði.

Hanna á Kjalnesi sigur, at hon fær hugskotini til smykkurnar í mótabløðum og aðrastaðni, og eisini roynir hon at fylgja við, hvat er uppi í tíðini.

  |  
 |

---

  |  
 |

**Framsýning í Gamla Handli í Heiðunum**

**á Eystanstevnu 19.-21. juni 2009**

  |  
 |

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gamli-handil/listaframsyningar/hanna-leynar-1.jpg)

Leynar

  |  
 |

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gamli-handil/listaframsyningar/hanna-kirkja-1.jpg)

Skála kirkja

  |  
 |

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gamli-handil/listaframsyningar/hanna-taskir-1.jpg)

Taskur sum Hanna hevur tøvt og seyma.

  |  
 |

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gamli-handil/listaframsyningar/hanna-smykkir.jpg)

Smykkur o.a.

  |  
 |   |  
 |   |

  |
