# Oggi Lamhauge

- Link: https://gamlihandil.fo/listaframsyningar/oggi-lamhauge/
- Udgivet: 2006-08-23T21:23:04+01:00

**Oggi Lamhauge Søldarfjørður**

**Karstin Olgar Lamhauge** (Oggi) hevur verið virkin á listarliga økinum, her á 
landið og útlendis, síðan hann gjørdist liðugur við útbúgving sína sum listgrafikari
við lærda háskúlan í Íslandi, árið 1997.

Kendasta verk hansara er helst altartalvan í Hattarvíkar kirkju,   sum var latin
kirkjuni í 2001.

Í januar 2006 lat Oggi listgrafiskan verkstað upp í heimbygd síni Søldarfirði. Oggi
brúkar sjálvur verkstaðin og bjóðar eisini øðrun listarfólki inn at arbeiða. Harumframt
verður verkstaðurin eisini nýttur sum Gallerí. Stutt eftir at Oggi-art varð latin
upp, fekk Oggi 3-ára starvsløn frá Mentunargrunni Landsins, har hann kemur at starvast
við verkætlanum innan listarinnar karmar.

 

---

**Framsýning í Gamla Handli í Heiðunum**

**í sambandi við havfiskikappingina**

**22. til 24. august 2006**

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gamli-handil/listaframsyningar/oggi-strikan-
og-greipur.jpg)

Oggi ímillum myndirnar Strikan og Greipur

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gamli-handil/listaframsyningar/oggi-vikinga-
ambod-mynstur.jpg)

Víkinga mynstur

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gamli-handil/listaframsyningar/oggi-drekastevni.
jpg)

Drekastevni
