# Gomul Jól í Heiðunum 2006

- Link: https://gamlihandil.fo/myndasavn/gomul-jol-i-heidunum/gomul-jol-2006/
- Udgivet: 2007-01-28T23:46:06+00:00

Aftur í ár var skipað fyri hugnaliga tiltakinum Gomul Jól í Heiðunum í Saltangará.

Nógv ymiskt var á skránni, m.a. jólasøla í Gamla Handli og á Neystaloftinum var 
hugnaliga jólacaféin hjá skótunum.

Skipað var eisini fyri eini teknikapping, har evnið var Jól í Føroyum. Tekningarnar
kundu latast inn í Jólacaféini á Neystaloftinum. Vinnararnir fingu gávukort á 200
kr. frá Handilsmiðdeplinum í Runavík. Vinningar vóru latnir til hesar aldursbólkar:
0-3 ár, 4-6 ár, 7-10 ár, 11-14 ár og 14-100 ár.

 [⌊Joan Hammer úr Vík og Gertrud Justinussen úr Árnafirði vóru og keyptu í Gamla Handli.⌉](https://gamlihandil.fo/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gomul-jol-2006/joan-og-gertrud.jpg)

 Joan Hammer úr Vík og Gertrud Justinussen úr Árnafirði vóru og keyptu í Gamla Handli.

 [⌊Jógvan Ravnsfjall og konan Birna úr Klaksvík, fáa eitt gott prát við Thorleif Hansen úr Saltangará⌉](https://gamlihandil.fo/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gomul-jol-2006/jogvan-ravnsfjall-og-torleif.jpg)

 Jógvan Ravnsfjall og konan Birna úr Klaksvík, fáa eitt gott prát við Thorleif Hansen
úr Saltangará

 [⌊Jóhan Elkjer Hansen tekur ímóti tekning frá Elsu Skoubo Jacobsen Vinnarar av teknikappingini vóru: Elsa Skoubo Jacobsen 9 ár av Glyvrum, Beinir Rasmussen 6 ár úr Saltangará, Markus Olsen 6 ár úr Rituvík.⌉](https://gamlihandil.fo/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gomul-jol-2006/johann-elkjer-hansen-og-elsa-skovbo-jacobsen.jpg)

 Jóhan Elkjer Hansen tekur ímóti tekning frá Elsu Skoubo Jacobsen Vinnarar av teknikappingini
vóru: Elsa Skoubo Jacobsen 9 ár av Glyvrum, Beinir Rasmussen 6 ár úr Saltangará,
Markus Olsen 6 ár úr Rituvík.

 [⌊Mai-Britt Skoubo Bærentsen, Hildur Skoubo Jacobsen, Elsa Skoubo Jacobsen og Hjørdis Hammer hugnaðu sær við vaflum og holukøkum á Neystaloftinum, eftir at tær høvdu latið tekningar inn til teknikappingina.⌉](https://gamlihandil.fo/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gomul-jol-2006/mai-britt-elsa-hildur-hjordis-hammer.jpg)

 Mai-Britt Skoubo Bærentsen, Hildur Skoubo Jacobsen, Elsa Skoubo Jacobsen og Hjørdis
Hammer hugnaðu sær við vaflum og holukøkum á Neystaloftinum, eftir at tær høvdu 
latið tekningar inn til teknikappingina.

 [⌊Nógv fólk var og tók ímóti tá Brandbilur við jólamonnum var og vitjaði Gomul Jól í Heiðunum⌉](https://gamlihandil.fo/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gomul-jol-2006/jolamenn-6.jpg)

 Nógv fólk var og tók ímóti tá Brandbilur við jólamonnum var og vitjaði Gomul Jól
í Heiðunum

 [⌊Jólamenn spældu og sungu nakrar jólasangir⌉](https://gamlihandil.fo/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gomul-jol-2006/jolamenn-2.jpg)

 Jólamenn spældu og sungu nakrar jólasangir

 [](https://gamlihandil.fo/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gomul-jol-2006/jolamenn-4.jpg)

 [](https://gamlihandil.fo/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gomul-jol-2006/brandbilur-1.jpg)

 [⌊Dia Ellindsson - Richard Venzil Højgaard og jólamaður o.o.⌉](https://gamlihandil.fo/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gomul-jol-2006/dia-richard-vensil.jpg)

 Dia Ellindsson – Richard Venzil Højgaard og jólamaður o.o.
