# Johannes Nielsen

- Link: https://gamlihandil.fo/personslysingar/johannes-nielsen/
- Udgivet: 2010-06-01T17:15:49+01:00

|

  |

**Johannes – Trúgvur og drúgvur**

  |  
 |

  |   |

Heiðraður fyri trúgva tænastu, men gavst ikki at arbeiða fyrr enn 11 ár aftan á pensjónsaldurin sum 79 ára gamal, og nú hann er 86 ára gamal fylgir Johannes Nielsen í Saltangará væl við øllum lívsins viðurskiftum. Hevur heimsins besta útsýni, hevur tamarhald á støðuni og veit hvat hendir í bygdini niðanvert hann.

  |

  |  
 |    |  
 |

Vit mannabørn eru tíðarbundin, og í dagligu tilveru okkara hava vit lítla kenslu
av sambandinum millum ættarliðini, og hava vanliga lítla fatan av tí herskara av
ættarliðum, sum undan okkum hava livað.
Kortini er dagliga lív okkara – siðir og
hugaheimur, sum vit í dag halda vera ein sjálvsagdan lut – ein arvur frá hesum undanfarnu
ættunum, og eitt úrslit av lívsroyndum teirra. Og tí eru minnini besta leiðin at
skilja okkara egnu tíð. Hin bundna gongdin í søguni gevur okkum møguleika at skilja
viðurskifti, ið annars høvdu verið óskiljandi.Eg siti inni í hugnaligu stovuni hjá
Johannes Frits Nielsen í Saltangará. Hann hevur djúpa virðing fyri ættfedrum sínum,
og hetta sermerkir eisini hugsunarhátt hansara.

Seinastu tjúgu árini havi eg hitt hann av og á. Túrarnir oman og niðan eftir Bøgøtu
sannan fyri hús míni hava verið mangir og drúgvir.

**Europa í einum ruðuleika**
»Nýggj tíð er komin, og nýggjari kemur«, kvað skaldið
fyri mongum árum síðan. Og vit mugu geva tí rætt.

Tað, sum var nýtt fyri stuttum, er longu við at gerast ótíðarhóskandi, og tey, sum
hava livað meginpartin av ævi sínari í 20. øld, vita hetta best, hvat lívið veruliga
hevur at bjóða; og allar hesar rembingar hava eyðkent barna-, ungdóms- og manndómsár
Johannesar.

Hann var borin í heim eitt ár áðrenn fyrra heimskríggj brast á, og kom sum smádrongur
at uppliva, hvussu dygt hetta kríggið sveið hjá føroyingum, og bakkastið, sum byrjaði
í 1920, og somuleiðis fiskaprísirnir, sum lækkaðu til inn í 1930-árini, og tá ið
aftur so smátt var farið at ganga framá seinast í 1930-árunum, frættist um nýggja
krígsavbjóðing og hertøku, og stutt eftir var 2. veraldarbardagi á kroppinum.

Alt Europa og allur heimurin vóru í einum ræðuligum ruðuleika.

**Virðing fyri foreldrunum**

Johannes er borin í heim 19. september 1913, og hann var fimm ára gamal tá fyrra
heimskríggið endaði.

  |   |

Foreldur hansara vóru Nicolina Birgitta, f. Poulsen, av Líknagøtu, og Jústinus Nielsen, ættaður úr Saltangará.

Tað er við stórari virðing, Johannes umrøður foreldur síni; og um mammuna, sum hann hevði serstakan tokka til, sigur hann: »Hon var eitt ordans fólk.«

  |  
 |  Jústinus og Nicolina Nielsen |   |

Tey giftust í 1911, 27 ára gomul. Og Johannes sigur, at tey áttu pening fyri húsini,
tá tey gingu í hjúnalag – mamman 800 kr., sum hon hevði tjent við binding, seyming
og øðrum fyrifallandi arbeiði; og líka so nógvan pening átti pápin. Og 1600 kr. 
kostaðu húsini at byggja.

  |  
 |   |  
 |

Johannes, Poul, Niels Juul, Kjartan, Jóhanna Sofía og Mina.

  |

Tey vóru átta systkin. Elstur var Johannes, síðan komu Johanna Sofía, gift Poulsen,
Poul, Louis, doyði 9 mánaðir gamal, Louis, doyði 19 ára gamal, Mina, gift Knudsen,
Niels Juul og Kjartan.
Pápi Johannesar var um sumrarnar til skips, og um veturin
tókst hann við fyrifallandi arbeiði, og tí var neyðugt hjá honum sum elstur at hjálpa
til í heiminum meðan pápin var burtur, eins og hini systkini høvdu sínar uppgávur.

Aftan á sjúkralegu andaðist pápin 11. juni 1967, og bert seks mánaðir seinni mamman,
5. januar 1968.

**Í skúla við grifli**
Í 1921 fór Johannes í skúla 7 ára gamal. Pápin seymaði honum
tasku úr segldúki, og í taskuni hevði hann skifurtalvu, svamp og eina ABC-bók. Fyrst
lærdu tey lítla abc’ið, síðan stóra abc’ið, og tølini frá 0 til 100. Stórur dentur
varð lagdur á tabellina, fyrst frá 0 til 10, síðan frá 11 til og við 27.

Sama ár, 1921, byrjaði Kristian Bjarnadal sum lærari, og hann minnist Johannes væl,
og hann var ein góður lærari. Árið fyri hevði J. H. Danbjørg verið lærari á Glyvrum.

**Til skips**
Sum hjá øllum øðrum dreingjum í Føroyum stóð hugurin til sjógvin. 
Og júst fyltur fimtan fór Johannes til skips.Hann var við »Gunnhild« í tvey ár, 
og Eliesar Thorleifsson á Strondum var skipari. Teir royndu í Íslandi, bæði á Suðurlandinum
og Eysturlandinum. Hann var hesi ár eisini til skips við »Keflavík« og »Vikholm«.
Reiðari var J. P. Evensen í Havn.

Øll 30-árini var Johannes til skips. Var við »Lizzie« 1932, 1935 og 1936, og skiparar
vóru Jógvan Simonsen á Høgabóli og Hans P. Højgaard á Toftum. Í 1934 var hann við»
Drelnes« og við »Verdandi« frá 1937 til várið 1941.
Seinasta túrin við »Verdandi«
vóru teir við fiski í Aberdeen, og teir vóru vitni til ógvusligar bumbingar, men
komu tíbetur ikki út fyri vanlukkum.

**Lynfrost eitt kært minni**
Á vári 1941 byrjaði ein nýggj tíð hjá Johannesi. Hann
hevði ikki longur áhuga fyri fjarfiskiskapi, men slepti tó ikki sjólívinum heilt.
Krígsárini dró hann sildagørn á Skálafjørðinum við egnum báti, sum fekk navnið »
Sleipner« eftir motorinum á bátinum, sum Clement Petersen á Selatrað var umboðsmaður
fyri. Harumframt fekst hann við fyrifallandi arbeiði hjá D. P. Højgaard.

Í 1954 byrjaði Johannes at arbeiða á Lynfrost, og í 1978 fekk hann álitisstarv sum
vektarmaður.

Tiltikin millum manna er hann sum roknimeistari, og ongar roknimaskinur kundu bjóða
honum av á tí økinum, og minni hevur hann allar dagar havt avbera gott – og tað 
kom at verða álitið og partur av hansara arbeiðsamboðum sum vektarmaður.

**Heiðraður á arbeiðsplássinum**
Johannes hevur altíð verið arbeiðssamur. Gløggur
til sítt arbeiði og vitugur, og tá ið hann hevði verið á sama arbeiðsplássi í 30
ár varð hann heiðraður á einari samkomu á Lynfrost, og fekk eina plátu av føroyskum
gróti handaði sum tøkk fyri langa og trúgva tænastu.

Tá var hann heldur ikki nakar ársungi – 75 ára gamal. Tað var stjórin á virkinum
Jens Kannuberg, ið handaði honum viðurkenningina 16. desember 1988. Hann arbeiddi
á Lynfrost 11 ár aftan á pensjónsaldurin, og í februar 1992 fór hann úr starvinum
á Lynfrost sum 79 ára gamal.

**Heimsins besta útsýni**
Johannes býr í húsunum, sum foreldur hansara bygdu í 1910-
11. Tey vóru bygd fyri seg sjálvan uppi í haganum. Altíð nýmálað og væl hildin, 
reyð við hvítari grund og hvítum vindskeiðum og vindeygum, takið er grønt. Undir
liðini á teimum stendur hoyggjhús, bygt í 1946, hjallur, bygdur 1942, og eini lítil
goymsluhús, bygd í 1954.

Úr stovuvindeyganum hevur Johannes heimsins besta útsýni. Hann hevur tamarhald á
støðuni og veit hvat fer fram í bygdini niðanvert.
Ytst vinstrumegin stendur Runavíkar
Skúli, og har, sum havnarlagið byrjar, bygningurin hjá Zachariasi Leitisstein, og
í eini beinari linju suðureftir Eysturoyar Heilsøla, Timburhandilin, smiðjan hjá
Fritleifi. Síðan smábátafyritøkan AWI, og yvirav Mekanik hjá Ernst Rasmussen, og
miðskeiðis í myndini fyrrv. Lynfrost, har Johannes arbeiddi í næstan 40 ár. Beint
norðanfyri er havnarskrivstovan og omanfyri hana frystigoymslan hjá Jóan J. Jacobsen.
Longri norðuri goymslubygningar, har m. a. Skipafelagið heldur til, og við síðuna
av teimum fiskavirkið og reiðaravirkið hjá kubatrolarunum, sum Olaf Olsen stjórnar.
Eisini Bakkafrost ytst til høgru er í eygsjón.

**Stórbær og yndislig náttúra**
Eisini náttúran er stórbar og yndislig at síggja
úr stovuvindeyganum hjá Johannesi, og um summarið, tá sólin brýtur seg útígjøgnum
eftir eitt æl, eru øll fjøllini hinumegin fjørðin blonk av vætu, og fossar renna
sum silvurrípur millum hagan og bøin. Eitt eygnabragd, so er alt turt.Luftin er 
fylt av gangi og starvan, og býurin niðanvert leikar í alspentari gleði. Viðhvørt
er Merkið í húnarhátt, skip koma og skip fara, rok er av fiskakøssum, konteinarum,
trukkar rulla, meðan ferð er á monnum í litføgrum klæðum.

Men lítur tú uppfrá, kanst tú um summarið 200 metrar uppi síggja tokuna ota seg 
inn yvir fjørðin og kasta sín svalliga skugga inn yvir býin – hús og dimmgrønar 
teigar. Hevur tú einans ferð sæð býin og Skálafjørðin birta eitt slíkt bros, verður
ein tokkabundin av øllum umhvørvinum og skilir, at hansara líki er ikki til í Føroyum.
Tað besta av øllum er tó tað, at ástartokkin heldur á. Tí hetta brosið er bert eitt
av túsund drøgum í andlitinum á Skálafjørðinum og bygdunum kring hann. Alt so fjølbroytt
og livandi, at tú ongantíð verður liðugur at skoða tað.

Øll hesi eyðkenni hevur tann nú 86 ára gamli Johannes lagt sær í geyma, og tað hevur
sett síni spor í sinni hansara.

**Stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum**
Johannes dylur ikki fyri, at hann hevur
stóran áhuga fyri átrúnaði. Tað bera eisini tær mongu andligu bøkurnar á bókahillini
í stovuni boð um. Har eru lestrabøkur, andaktsbøkur, bøkur um Ísrael umframt aðrar
áhugaverdar bøkur. Kirkjuna er hann góður við og kemur hagar so ofta, tað letur 
seg gera.

Johannes hevur, so langt aftur, hann kann minnast, dámt at fingist við seyð, og 
síðan 1965 hevur hann havt fýra seyðir gangandi á trøðni hjá sær, men nú ið gongulagið
ikki er so gott longur, umhugsar hann, hvat gerast skal, og meðan hann ger tað, 
vitjar hann av og á um borð á »Høganes«, har eldri menn í kommununi hittast og práta
um øll lívsins viðurskifti og spæla kort.

Johannes heldur, at skipanin við heimahjálp er avbera góð. Er fegin um ta hjálp,
hann kann fáa haðan, og heldur nógv av teimum trimum heimahjálpunum, sum hann hevur
havt og nevnir tær við navni: Siggu, Bergtóru og Asleyg. Sigur, at bæði hann og 
onnur eldri fólk høvdu verið óhjálpin, um tann skipanin ikki var.

Hóast Johannes er komin nógv upp í árini, fylgir hann væl við, og hevur stóran áhuga
fyri samfelagsviðurskiftum. Dylur ikki fyri, at hann er sambandsmaður og hevur verið
tað alt sítt lív, og heldur ein tann besta sambandsmannin vera Djurholm.

Men tá ið eg so minni hann á, at eingin sambandsmaður – ikki á tingi ið hvussu er–
eitur Djurholm, men at talan má vera um ein fólkafloksmann, sum eitur Bjarni Djurholm,
so nikkar hann og sigur við einum speiligum smíli: »Hann fungerar ið hvussu er sum
ein slíkur.« 
»Nei,« sigur Johannes, »eg taki ikki undir við fullveldisætlanini,
tí hon gagnar ikki føroyska samfelagnum.« Hann heldur alt tos um fullveldi vera 
óbúgvið og meiningsleyst.

Uttan mun til um vit eru samd ella ósamd í hesum sjónarmiðum, so eiga vit kortini
at fegnast um eitt, og tað er, at tað ber til at skifta orð um hesar spurningar.

Lassi Klein 1. januar 2003

Myndirnar eru frá Nanny Nielsen Saltangará

  |
