# Símun á Høgabóli

- Link: https://gamlihandil.fo/personslysingar/simun-a-hogaboli/
- Udgivet: 2010-09-19T18:40:17+01:00

|

**Símun Simonsen**

**Føddur 8.12.1877, deyður 25.04.1947**

Símun vaks upp á Høgabóli í Saltangará. Hann gekk 5 ár í skúla úti í Saltnesi hjá Jóannesi í Skúla.

Símun fór til skips í 1896 við _»Delphinen«, _skipið, sum pápi hansara hevði fingið bygt. Pól Niklái Danielsen átti skipið tá, og hann var sjálvur skipari.

  |

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/jenny-hojgaard/delphinen-001.jpg)

_Málningur av »Delphinuni«_

  |

Símun var við _»Delphinen« í _1897, og hann vann sær 200 krónur hetta árið.

I 1898 var hann við sama skipi. Men í 1899 fór hann við Pola í Dali við _»Oliviu«. _Hetta árið vann hann sær 500 krónur.

Tað var so mikið stór inntøka tá í tíðini, at tað varð nógv havt á munni. Napoleon í Dali sjálvur vann sær 1600 krónur. Tað var so mikið nógv, at fólk prátaðu um, hvat hann nú mundi fara at brúka allan peningin til.

Í 1900 var Símun heima. Hann tók tey gomlu húsini niður og bygdi eini nýggj hús upp aftur á somu grundina.

  |  
 |

![](/wp-content/uploads/arkiv/olivia-2.jpg)

_»Olivia« gekk burtur við_

_14 monnum í 1912_

  |

Tað eru tey gomlu húsini, sum enn standa á Høgabóli. Meðan tey nýggju húsini blivu
bygd, búðu tey uppi hjá Biritu, fosturdóttur Jógvan og Malenu. Hon var gift við 
systkinabarni sínum, Knúti, Eiðis Knút kallaður.

Símun skuldi vera ein stak góður og kvikur smiður. At smíða ein leyp úr heilum træi
varð mett at vera eitt dagsarbeiði hjá manni. Símun smíðaði tveir um dagin. Gamli
Jógvan hevði lært Símun at smíða. Hann helt, at einki var at finnast at, leyparnir
vóru snøggir. Jógvan plagdi ikki at gera leyparnar ferhyrntar, soleiðis sum vanligt
var; men hann gjørdi teir smalri aftur og fram. Tá vóru teir lættari at bera í.

 

  |

Jóhanna og Símun Simonsen

  |

Tann 8. november í 1900 giftist Símun við Jóhonnu, dóttur Jóhan í Hoyvík.

í 1901 og 1902 var Símun aftur við _»Oliviu«._

I 1903 og 1904 smíðaði hann húsini til sleipi-støðina á Skála. Av tí at hann hevði lært at smíða, fekk hann 18 oyru um tíman; men hinir, sum ikki høvdu lært, fingu 16 oyru.

Um heystið í 1904 fór Símun at ganga á skiparaskúla hjá Djurholm.

  |

  |

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/personlysingar/fridrikur-petersen.jpg)

Fríðrik Petersen 

  |

Ein sunnudag, Símun er í kirkju á Nesi, kemur Petersen próstur til hansara og sigur við hann, at Thomsen á Tvøroyri hevði biðið seg royna at fáa ein álítandi mann inni á Skálafjørðinum at keypa sild til agn til skipini fyri seg. Símun játtaði; men hann mátti fyrst fara suður til Tvøroyrar, av tí at Thomsen vildi síggja mannin.

Gjørt varð av, at Símun skuldi byggja teimum eitt íshús, keypa sild og frysta hana. Eisini skuldi hann reka íshúsið og lata skipunum sild. Hann skuldi fáa eitt oyra av hvørjari sildini í løn. Tá ið Símun kom norður aftur, gavst hann á skiparaskúlanum. Hann fór beinanvegin undir at byggja íshúsið. íshúsið varð bygt av timbri og bjálvað við saguspønum. Tað var liðugt at taka í nýtslu í 1905. Símun rak íshúsið fyri Thomsen til um leið 1914. Tá keypti hann tað og rak tað sjálvur.

  |  
 |

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/personlysingar/thomas-f-thomsen.jpg)

Thomas F. Thomsen

  |

Símun royndi nógv við sildagørnum bæði fyri og eftir tað, at hann fór at keypa sild
fyri Thomsen. Hann átti nógv sildagørn, eisini átti hann bæði sildanót og brislinganót.
Men av tí at bara árabátar vóru tá, bar ikki til at fara rættiliga langt. Tí fekk
hann skipasmiðjuna á Skála at byggja sær ein motorbát. Hann fekk navnið _»Jóhanna«.
_Motorurin var ein 9 hesta Gideon. Hann kostaði 2000 kónur at keypa, og báturin 
kostaði 2000 krónur at byggja. Báturin bleiv latin honum í 1913.

Tá ið fari varð til Havnar við honum, høvdu teir um leið 65 minuttir á Skansatanga,
tað er um leið 7 fjórðingar um tíman.

Tá ið motorbáturin varð bygdur, varð Hans Tausen, sum í nøkur ár var at vera á Høgabóli,
sendur til Havnar at ganga í motorpassaraskúla. Hann tók prógv í 1912. Tað var fyrstu
ferð, at slíkt prógv kundi verða tikið í Føroyum. Próvtøkan varð hildin umborð á_»
Beskytteren«. _Próvdómararnir vóru yvirmenn umborð.

Nú vóru møguleikar at fara út av fjørðinum at royna eftir sild við nógvum gørnum.
Roynt vard í Sundalagnum, á Rituvík, á Lambavík og á Funningsfirði og sjálvandi 
eisini á Skálafjørðinum. Símun tók eisini ímóti sild frá øðrum monnum, sum komu 
at avreiða.

Motorbáturin varð brúktur til nógv annað enn at veiða sild. Ofta sleipaði hann sluppir
ymsastaðni. Tær høvdu ikki motor tá í tíðini. Hann varð brúktur at føra vørur úr
Havn, at føra fisk til skonnartir og damparar, at fara eftir lækna og mangt annað.

Sverri Joensen 2003

_Brot úr ættarsøguni: _Á Høgabóli

  |
