# Elis Poulssen hevur samrøðu við Petur Højgaard um sjólívið og spældur bleiv eisini sangurin sum Petur hevur yrkt “Tú Fødur føroyingur fríur”

- Link: https://gamlihandil.fo/tidindi-2/
- Udgivet: 2005-06-12T22:46:00+01:00
- Forfatter: jeggy

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/elis-og-petur-hojgaard.jpg)

Petur Højgaard og Elis Poulsen

** Tú føddur føroyingur fríur.
 

 Tú føddur føroyingur fríur, væl borin i móðurlands
fang, væl veri tín byrur blíður, tín framtíð rík og long.

Niðurlag:
 Tað landið, tú nemur er Føroyar, væl runnið úr norrønar” rót, Guds trúgv
og álit á landið, tá grør um gangandi fót.

Føroyingur, tú kennir teg heima,
 títt borðfæ, tað fongríka hav várar forfedrar 
ei vit gloyma, tær oyggjar tú Harrin teim” gav.

Hygg sólin á tindarnar roðar,
 nú brosar tín móðir til tín, tær kenslur í hjartað
hon boðar um Skaparans verk til tín.

Hann álitið hevur tær givið,
 tú setir teg aftur í rong, tak róðrið og eingin ivi,
vind Merkið á fulla stong.

Orð og lag:
 Petur Højgaard Saltangará
