# Nógv fólk var samankomið tá Jólaskipið legði at í Heiðunum

- Link: https://gamlihandil.fo/tidindi-4/
- Udgivet: 2005-12-22T00:06:11+00:00

![](/wp-content/uploads/arkiv/myndasavn/gomul-jol-2005/folk.jpg)

Hugnaliga tiltakið er sera fjølbroytt við nógvum ymiskum á skránni. Økið er vakurt
pyntað við perum og jólatrøum og skótarnir hava gjørt eitt portur úr raftum við 
inngongina til Gomul Jól. Teir skipa fyri hugnaligu jólakaféini á Neystaloftinum,
har tú kanst keypa heitt gløgg, kaffi, vaflur, eplaskivur og annað gott, meðan tú
lurtar eftir jólatónleiki.

Tiltakið var roynt á fyrsta sinni í fjør, og var tað so væl umtókt, at tað aftur
er á skránni í ár. Tiltakið hevur verið opið hvørt vikuskifti síðani 1. sunnudag
í Advent, og jólavikuna er opið hvønn dag til og við hósdagin  22. desember.
Opið
er hvønn dag frá kl. 16:30 til 19:00.Í hugnaliga Gamla Handlinum hjá Olivari, hevur
blómuhandilin Orkis eina rúgvu av jólaprýði til sølu. Her eru ljós, stakar, vættrar,
jóladekoratiónir og mangt annað. Jólatrø fáast eisini til keyps uttanfyri. Harumframt
er eitt rúm í handlinum, har ymisk tiltøk hava verið, Leygardagin 3. des. tók fotografurin
Amy Hansen, Jólamyndir av børnum og vaksnum í Gamla Handlinum, í løtuni hevur Gunnvá
Kjærbo av Strondum ymiskar vørur til húðrøkt til sølu.

Nógvur tónleikur

Í jólakaféini á Neystaloftinum er tónleikur at hoyra hvønn dag. Mánadagin 19. desember
fara børnini úr Útistovu í barnagarðinum á Mýrunum at syngja jólasangir, og týsdagin
20. desember fer 12 ára gamla Bjørt Simonsen o.o. at spæla á sello. Hósdagin 22.
desember, sum er síðsti dagurin, áðrenn tiltakið endar, spæla Angelica Nielsen og
Tóri Restorff Jacobsen á violin og sello.

Børnini kunnu gleða seg !

Í ár hevur eisini verið skipað fyri eini teknikapping fyri børn. Evnið er “Jól í
Runavíkar kommunu”, og øll børn kundu lata tekningar inn í Gamla Handlinum hjá Olivari
ella í jólakaféini. Seinasta freist at lata tekning inn var sunnudagin 18. desember
kl. 19:00. Vinnarnir av teknikappingini verða kosnir tá jólaskipið kemur inn mikudagin
21. desember. Vinningarnir eru gávukort frá Handilsmiðdeplinum í Runavíkar kommunu,
og millum jól og nýggjár verður ein framsýning við øllum myndunum í blómuhandlinum
Orkis á Glyvrum.

Børn og vaksin kunnu eisini gleða seg til mikudagin 21. desember, tá jólaskipið 
leggur at í bátahylinum, sum er beint við økið. Skotið verður við fýrverki tá skipið
leggur at. Umborð á skipinum verða jólamenn, vættragentur, og kanska eisini okkurt
vættrabarn. 
Jólamenninir fara at syngja saman við børnunum, og vættragenturnar 
fara at dansa onkran vættradans. Tey fara sjálvandi eisini at hava okkurt gott at
bjóða børnunum, sum eisini kunnu gleða seg til, at vinnararnir av teknikappingini
verða kosnir ta løtuna.

Handlarnir í Handilsmiðdeplinum hava leingi opið í jólavikuni. So øll eru hjartaliga
vælkomin til býin hesar dagarnar til jóla. Tað er eitt gott hugskot at fara ein 
túr til “Gomul Jól í Heiðunum”. Tá ið jólainnkeyp og annað er liðugt, kanst tú so
leggja leiðina ein túr til hugnaligu og spennandi jólabygdina Æðuvík, og so ert 
tú í røttum jólahýri.
