Gamli Handil

Søgulig heimasíða fyri Heiðarnar — Saltangará og Runavík

Tíggjumannafarið

Tíggjumannafarið hjá Ytra Niels 

Einaferð, teir fóru í grind norður í Sund við tíggjumannafarinum, bar soleiðis á, at tá ið teir komu vestur um Tanga, komu teir at fylgjast við politibátinum. Hann var eisini tíggjumannafar. Hann var ikki góður at taka, tí at hann var bygdur at vera gongubátur, og manningin á honum var eisini í góðari venjing, av ti at teir róðu at kalla hvønn dag í ymsum ørindum fyri yvirvaldið um alt Føroya land. Á bátinum hjá Nielsi vóru eisini góðir menn. Teir vóru av Gráasteini og úr Kálvhúsinum. Og so var eisini ein gamal drongur av Strondum, sum var nógv at vera hjá Nielsi. Hann skuldi vera av sterkastu monnum. Føtur vórðu settar í bekk, meira og meira tikið á. Teir á bátinum hjá Nielsi hildu tað vera grúiligt, at teir skuldu koma soleiðis fyri at koma upp á síðuna á politibátinum. Tað stóð leingi á jøvnum; men tá ið komi var norður fyri Selatrað, fór politibáturin so smátt at dragna, og á Veðranesi vóru teir leysir av honum. Tá var sloppi. Teir vóru so nógv fyrr í Streymnesi enn politibáturin.
Tá ið drápið var liðugt, sita teir á bátinum hjá Nielsi og fáa sær at eta. Tá kemur ein av monnunum av politibátinum og skoðar bátin hjá Nielsi úr enda í annan, og hann sigur so: Hetta er óførur gongubátur. Strandingurin, sum skuldi vera óføra hittinorðaður, var kvikur at svara: Eg veit ikki, tygum, hann er ikki royndur enn.