Gamli Handil

Søgulig heimasíða fyri Heiðarnar — Saltangará og Runavík

Gomul Jól í Heiðunum 2006

Aftur í ár var skipað fyri hugnaliga tiltakinum Gomul Jól í Heiðunum í Saltangará.
Nógv ymiskt var á skránni, m.a. jólasøla í Gamla Handli og á Neystaloftinum var hugnaliga jólacaféin hjá skótunum.

Skipað var eisini fyri eini teknikapping, har evnið var Jól í Føroyum. Tekningarnar kundu latast inn í Jólacaféini á Neystaloftinum. Vinnararnir fingu gávukort á 200 kr. frá Handilsmiðdeplinum í Runavík. Vinningar vóru latnir til hesar aldursbólkar: 0-3 ár, 4-6 ár, 7-10 ár, 11-14 ár og 14-100 ár.