Bygdanøvnini Saltangará og Runavík
|
STAÐAR- OG BYGDANØVNINI HEIÐAR,
SALTANGARÁ OG RUNAVÍK
|
|||
|
Olaf Sv. Petersen, lærari, á Argjum
han hevði áhugaverda grein í Fjarðbúgvanum í 1971 um hesi trý bygdanøvnini. Olaf ið var ættaður úr Saltnesi var ein søgufróður maður, og tess vegna skuldi ligið væl fyri at skriva um hetta jarðildið, sum hann eisini so dyggiliga bæði her og aðrastaðni hevur prógvað.
|
![]() |
||
|
Lat meg fyrst siga nakað um staðarnøvnini. Ì haganum vóru staðarnøvnini ofta nær knýtt aftrat neytagongd og torvrøkt. Eg eri bangin fyri, at nógv staðarnøvn í okkara høgum eru við at hvørva, nú heilt stóra summararbeiðið, sum neyta-gongd og torvskurður var, er avlagt. Og eisini fram við bakkanum har vegir og atløgu bryggjur verða gjørdar sum t. d. ur Heiðunum út í Saltnes. Hvør kemur um stutta tíð at vita nakað um Torvklett, Grønabakka, Innara- og Ytraflóhellu, Marnjunikluft, Brendaklett, Saltnestangin og Akursgerðíð eru møguliga tey einastu, ið verða varðveitt.
Navnið Heiðarnar kemur óivað av torvheiðunum hjá glyvramonnum. Áðrenn gerðini vóru innløgd, skóru teir meginpartin av sínum ársbrenni har.
Saltangará – ella Saltandará, soleiðis málbar ein seg fyrr, er trúgvi eg, navnið á ánni, ið nú verður nevnd Løkurin, og alt økið báðumegin ánna varð nevnt Saltandará.
Toftarnenn skóru nógv torv har inni fyrr. Teir søgdu hvørki, at teir fóru inn í Heiðar – ei heldur inn í Runavík, men teir fáru inn á Saltandará at skera og røkja eitt torv:, og tá ið teir fingu sær torvið til hús, var tað borið oman á Torvklett og innskipað har.
Aðrenn Rituvíkin var innløgd lógu “Heygsneyt inni”- tað vóru kýrnan innanfyri Toftagjógv – meginpartin av sumrinum haryviri, og eisíni eftir tað, at hon var bygd komu neytini ofta yvirat gørðunum, og tá ið tey tá ótu seg niðan a Innaraháls og stoyttu, var sagt, at neytini stoyttu oman á Saltandará. Neytakonurnar søgdu ikki, at neytini lógu íRunavík, fyrr enn tey komu út um Svínhús; og ótu tey seg niðan víð Løkinum, komu tey niðan til Gomlumyllu; hetta var tað næsta staðarnavnið tann vegin. Ja, navnií Svínhús; eg sá,at blaðið hevði áhugaverda samrøðu við Hans Tausen. Har var talað, um Svínarygg. Helst hava innanmenn nevnt tað staðið soleiðis, men vít – minnist meg rætt – nevndu tað Svínhús. Eg vildi hildíð at telefonstøðin er bygd á Svínhúsi.
Sjálv Runavíkin var bert sandurin innast í víkini. Ta ið mann kastaðu nót, fevndinótin tvørtur um alla víkina:, menninir á ytra oyra vóru settir á land á Torvkletti, og innara oyra rakk inn undir Svínhús. Longur inni er ósin.
Bygdanøvnini eru meira fløkt. Í dagligari talu mann og mann ímillum er Heiðarnar tað gamla bygdanavnið líka til okkara tíð. Tá ið læknahúsíni vórðu bygd har síðst í tjúgunum, var læknin nevndur: Heiðalæknin. Fyrsti maður, Niels Joensen, ið setti búgv har, bygdi sær handil, so skjótt hin kongligi handilin varð avtikin í 1856, og tá ið fólk komu hagar til handils, søgdu innanfólk út í Heiðar, strandingar yvir í Heiðar og rituvíkingar heim í Heiðar. Bygdanavnið Saltangará var ikki tikið upp á tunguna.
Hví verður so bygdin á skriftmálinum nevnd Saltangará? Fyrstu ferð, eg haví sæð navnið, er, tá ið Peder Nielsen, Per í Heiðinum var føddur 28/10-1847 og doyptur í Nes kirkju 16/11-1847. Tað er Otto Jørgensen, prostur, á Nesi, ið tá hevur skrivað kirkjubókina, og har stendur ved Saltangaraa. Tey áttu ein son frammanundan: Joen Nielsen, seinri nevndur Heiða-Jogvan, búsitandi á Strondum. Hann stendur at vera føddur á Glyvrum 1/9-1845.
Viðvíkjandi nøvnunum Saltangaraa og Glibrehede er tað áhugavert at fylgja við, hvussu prestarnir Pryts í 1855 – 61 og Hammershaimb 1862 -78 hava verið í iva hvat navn teir skulu hava nýtt, men aftaná, at Th. Sørensen, próstur, er komin á Nes á heysti í 1878, verður bert navnið Saltangaraa skrivað.
Ùtskrift úr kirkjubókini
Nøkur dømi.
Gifte:
Niels Joensen, Ungkarl fra Glibre, bosetter sig i Udmarken – fyri mær ólesandi staðarnavn – 38 Aar gl. og Anna Cathrine Malene Petersdatter, Pige fra Selletræ nu paa Thorklldshøj 30 Aar. Viet 1 Næs Kirke 10/11-1844.
Niels Johannesen ugift Husmand ved Saltangeraa, 29 Aar og Anna Margretha Hansdatter en Pige i Lamhauge 30 Aar gl. Viet i Næs Kirke 5/7-1850.
27 ár seinni vígd av Hammershaimb, prósti. – Poul Poulsen, Ungkars af Glivreheder f. Skaale 30/3-1848. Pige af Glivre Johanne Hansen f. 11/11-1855. gift 19. August 1877.
Johannes Nielsen, Ungkarl af Glibreheider f. 16/5-1853 og Charlotte Christine Emilie Hansen, Pige af Næs f. 29/8-1847. Viet i Næs Kirke 2/9 1877.
Fødd:
Peder Nielsen f. 28/10 – 1847 d. 16/11-1847. Foræl. Husmand Niels Joensen og Hustru Anne Chathrlne Malene Pedersdatter ved Saltangeraa
Børnini hjá teimum eru øll skrivað at vera fødd ved Saltangeraa.
Síðani hjá innara Nielsi Inger Anna Cathrine Nielsen f. 13/4-1851, d. 24/4-1851. og tvey ár seinri bróðirin Johannes Nielsen f. 1,6/5-1853 d. 19/6-1853. Forældrene: Niels Johannesen og Hustru Anna Margretha Hansdatter ved Saltangeraa.
Síðani ein yngri systir:
Susanne Julie Frederikke Nielsen f. 26/12-1856, d. 8/1 1857. Forældre: Niels Johannesen og Hustru Anne Margrethe Hansdatter, Glibrehede.
NÚ er Carl V. Pryts. prestur, komin á Nes. Fyri jól ár 1861 flytur Pryts prestur niður, og W. U. Hammershaimb próstur, kemur úr Kvívík út á Nes.
Útskrift
Hans Andreas Nielsen f. 9/2-1863, d. 1/3 1863. Forældre: Husmand Niels Johannesen og Hustru Anna Margretha Hansdatter ved Saltangaraa. 15 ár seinri fáa Poul og Johanna á Líknagøtu fyrsta barnið, og er innført í kirkjubókina av sama manni.
Justinus Poulsen f. 9/5-1878. Forældre: Poul Poulsen og Hustru Johanne f. Hansen 21 Aar gl. af Glivraheide.
Hjemmedøbt af Lærer Petersen, død 21/5 – 1878 før Daaben stadfæstet i Kirken.
Tí hevur Sørensen, prostur, sum var danskur og fremmandur í Nes sókn, tikið undir við hesum, sum kirkjubókin vísir: Hans Poulsen føddur 30/10 1880, Forældre Husmand Poul Poulsen og Hustru Johanne f. Hansen, Saltangeraa. Niels Jacob Nielsen, føddur 7/3-1883, Forældre Johannes Nielsen og Charlotte Christine Emilie f. Hansen af Saltangeraa.
Vit hava sæð, um ein vil kanna bygdanavnið eftir kirkjubókini, so er stórt glopp í, tí har vóru í nógv ár bara tvey hús, nevnd hjá ytra Nielsi og hjá innara Nielsi. Triði maður, ið legði sær gerði inn og bygdi hús, var Jógvan á Høgabóli, ættaður úr Funningi, og Lena úr Hoyvík, men við tað at tey vóru barnleys, finnast teirra nøvn og búðstaður ikki um hetta mundið í Nes sóknar kirkjubók.
Fjórða húsið var hjá Poul á Líknagøtu, sum eg havi nevnt fyrr. Fimta og sætta húsi inn við bakkanum er hjá Poul Nikláa ættaður úr Nólsoy, og konan Kristina av Oyrareingum, og hjá Joab, ættaður av Skála, og konan úr Fuglafirði. Nú er bert ein geil av haga inn til gamla bøgarðin á Glyvrum.
Hví hava hesir seinru eisini skrivað seg at búgva í Saltangará? Eg kann hugsa mær, at ein orsøkin var tann, at Niels Joensen og sonurin, Per, vóru handilsmenn og áttu stórar bátar, bæði 8 og 10 mannafør, ið teir nýttu til handilsferðir til Havnar. Teir vóru eisini tøkir til grindaferðir.
Mær er sagt frá, at hesir nýbyggjarar vildu tekna seg til Saltangará fyri at kunna manna hesar bátar og fáa part í grindaskiftinum.
Nú havi eg fleiri ferðir nevnt tey fyrstu hjúnini, ið settu búgv í Heiðunum og góvu bygdini navnið Saltangará, tí vil eg eisini siga frá, nær tey andaðust. Nær Anna Chathrina andaðist, havi eg ikki fingið við, men hini trý.
Niels Joensen, Husmand af Saltangaraa, Enkemand efter Anne Cathrine Malene Pedersdatter, Søn af Husmand Joen Pedersen og Hustru Malene Simonsdatter af Glibre død 1/3-1898 – 92½ Aar gl.
Niels Johannesen, Husmand af Saltangaraa, gift med Anne Margrethe Hansdatter, død 28/4-1900 79½ Aar gl.
Anne Margrethe Johannesen, f. Hansdatter, død 12/1-1914, 94 Aar gl.
Tað, ið eg havi sagt frá um hesa bygd, ið er umleið 125 ára gomul, kundi verið meira fullfíggjað, men um ikki nakað verður tikið fram skrivliga, har útviklingurin fer so skjótt fram sum inni í Heiðum, fer grundarlagið undir bygdasøguni fyri skeyti.
Staðar- og bygdanavnið Runavík hevur eisini sína gomlu søgu. Har vóru fyrr skillig teigalendi fram við bakkanum – líka úr víkini og oman á Akursgerði. Staðarnøvnini Svínhús og Akursgerði, benda á, at har hava fólk búð, og søgnin sigur, at maðurin æt Rúni. Um somu tíð skuldi maður, ið nevndist Kolli, búgva í Kollafirði. Søgnin sigur frá, at einaferð Kolli vitjaði Rúna, kom ilt teirra millum, og tað endaði við hørðum bardaga, hvar Rúni skuldi fella Koll og drepa hann. Á bygdagøtuni úr Heiðunum út um Háls til Toftar eru nøkur staðarnøvn, ið skula vísa aftur á hesa hending. Har er Kollisklettur, Kollisgil, og í Kollisgili liggur Kollissteinur, og har feldi Rúni Koll og har við ella undir Kollissteini skal hann vera grivin.
Nar bygdanavnið Runavík fyrstu ferð er komið við í kirkjubókina, havi eg ikki kannað. Men vit vita, at tað bert eru millum 30 og 40 ár síðan, Mikal Hammer flutti av Toftum har inn, og tástaðni varð fyrsta húsið bygt, og fyri mær er sagt, at hann var tann fyrsti, ið skrivaði seg at búgva í Runavík.
Tað hevur gingist Runavík, sum tað í síni tíð gekst Saltangará. Tá ið telefonin varð innløgd hjá Poul Nikláa Danielsen, var Saltangará støð fyri allar tríggjar bygdirnar: Glyvrar, Saltangará og Rituvík, og tá ið mjólkabáturin Ruth byrjaði at sigla og hevði post við, legði hann at á Høgabóli, og gjørdist Saltangará poststøð fyri somu bygdir. Somuleiðis við Runavík. Tá ið telefonstøðin var bygd á Svínhúsi, gjørdist Runavíkin telefonstøð fyri allan Skálafjørðin, og alt økið har fekk navnið Runavíkar havn.
Einaferð hitte eg Niels í Heiðunum, fyrrv. skiðara, ið býr í Havn. Hann er abbasonur innara Niels og kann væl minnast tey bæði fyrstu hjúnini, ið búsettust har. Tá málbar hann seg nakað soleiðis: Tað er sjálvsamt, nú strekkir Runavíkin seg inn um Gulastein, men er hetta ikki “symbolskt”?
Dómur er fallin um mark millum egindómin á Glyvrum og Toftum, og eg vil ikki birta uppundir nýtt tjak, men tað er áhugavert at minnast mangt, sum Óla Kristian á Gráasteini kundi siga frá. Hann segði m.a. at hann sum yngri var fastur arbeiðsmaður hjá gamla Nielsi. Per sonur hansara og hann vóru javngamlir. Óla Kristian var við at gera garð um gerðið hjá lítla Nielsi og velti meginpartin av gerðinum. Har í gerðinum, segði hann, kom hann fram á steinar við øsku undir, og har oman eftir rygginum við eina vissa á, metti hann at vera markið millum Glyvrar og Toftir.
Olaf Sv. Petersen
|
|||

