Elin Lindenskov Eva úr Dímun Eyðna Gaard
Mentunarvikan í Runavík 2007



Garving
Tað skerst ikki burtur, at bóndaarbeiðið er sera víttfevnandi og tengt at árstíðini. Um summarið er hoyggingin, um heystið er fjallgonga og flettingin á skránni o.s.fr. Í løtuni fáast tey við at garva skinn. Tað merkir, at tey taka seyðaskinnini, sum tey hava goymt síðan heyst, og reinsa tey. Hetta arbeiðið er eitt sindur torførari og meira tíðarkrevjandi, enn tað tykist í fyrsta umfari.At garva eitt skinn tekur umleið átta dagar, til tað er heilt liðugt. Áðrenn tað kann latast út til handlarnar, skulu tey liggja í nógvum ymiskum løkum, spulast, reinsast, skerast til og til síðst eisini greiðast. Jógvan Jón og Óli Jákup gera tað mesta av tí likamliga tunga arbeiði av garvingini, meðan Eva greiðir tey flestu skinnini. Tey skulu greiðast eitt og eitt við hond, og tekur tað umleið hálvan tíma at greiða hvørt skinn. Tilsamans skulu gott 200 skinn garvast, og garva tey eini 25 í senn í hvørjari process.
Garvingin er eitt slag av verkætlan hjá teimum, har tey byrjaðu so smátt at garva í fjør. Sum tað nú sær út, tykist tað at vera heilt fittur eftirspurningur eftir tílíkum garvaðum skinnum. Bæði føroyingar og útlendingar keypa garvað seyðaskinn.
Kelda FF blaðið 25. jan. 2007

