Gamli Handil

Søgulig heimasíða fyri Heiðarnar — Saltangará og Runavík

Oggi Lamhauge

Oggi Lamhauge Søldarfjørður
Karstin Olgar Lamhauge (Oggi) hevur verið virkin á listarliga økinum, her á landið og útlendis, síðan hann gjørdist liðugur við útbúgving sína sum listgrafikari við lærda háskúlan í Íslandi, árið 1997.
Kendasta verk hansara er helst altartalvan í Hattarvíkar kirkju,   sum var latin kirkjuni í 2001.
Í januar 2006 lat Oggi listgrafiskan verkstað upp í heimbygd síni Søldarfirði. Oggi brúkar sjálvur verkstaðin og bjóðar eisini øðrun listarfólki inn at arbeiða. Harumframt verður verkstaðurin eisini nýttur sum Gallerí. Stutt eftir at Oggi-art varð latin upp, fekk Oggi 3-ára starvsløn frá Mentunargrunni Landsins, har hann kemur at starvast við verkætlanum innan listarinnar karmar.
 


Framsýning í Gamla Handli í Heiðunum

í sambandi við havfiskikappingina
22. til 24. august 2006
Oggi ímillum myndirnar Strikan og Greipur
Víkinga mynstur
Drekastevni