Edith Mørkøre
Edith Mørkøre Hoyvík
|
Edith er fødd í Tórshavn í 1979, uppvaksin á Argjun og hevur frá ungum árum havt áhuga fyri at skapa, tekna og mála. Hon hevur gingið á Háskúla í Rønde har hon hevði sergrein í list. Edith hevur verði við á nógvum ymiskum fram-sýningum kring landið, hon hevur millum annað sýnt fram í smiðjuni í Lítluvík, Ribarhús, Lions Runavík, Lions Tórshavn, Norðoyastevnuframsýningini, Hafnia, Kelduni Gallarí Jinx, Snarskivuni, Eik, á torginum í SMS og Gallarí Oyggini.
Edith hevur eisini havt listarligu uppgávurnar av at prýða “Árið hjá fiskimonnum 2005” og brettspælið “Manna”, sum kom út í desembur 2006, í ár er hon eisini millum teirra sum prýða “Javna kalendaran 2008”.
Edith málar abstrakt/eksprionistiskt. Til hesa framsýningina í Gamla Handli hevur hon arbeitt við strukturi og formum í akryl. Evnini eru viðurskifti, sum rørast í ti dagliga lívinum og tíðini vit liva í í dag.
|
||
|
Myndir frá Listaframsýning í
Gamla Handli í Heiðunum
23. – 25. november 2007
|
||
![]() |
||
|
Edith Mørkøre
|
||
![]() |
||
|
“Minnir”
|
||
![]() |
||
|
“Fjøldin”
|
||
![]() |
||
| Katrin, henni dámdi væl málningarnar hjá Edith. | ||
|
Edith Mørkøre málar á atelierinum á Argjun. Har fólk ofta koma á gátt at hyggja eftir málningum.
Tlf: +298 283319 og +298 314618
Heimasíða: http://www.edithart.com
|



