Bræv frá William Tindskarð
Skálavík hin 20-9-84
Harra Niels Jacob Nielsen, Saltangará
Hetta verða bara nøkur orð. Eg eri ræðuliga glaður um at Eyrjafossur (Grønibátur kallaðist Eyrjafossur tá William átti hann) er komin aftur har sum hann var frá, eg eri klárur yvir at hann sá ikki út nú, sum tá íð eg lat hann frá mær, hatta eru einar vælsignaðar fjalir, betri bátur er ikki í Føroyum eftir sínari stødd sum Eyrjafossur. Vit hava mangan brotasjógvin farið, men Gud havi lov, væl førdi hann ogum yvir havið bæði søkklaðin sum tómur. Hann var serdeilis góður undir farmi, hann leikaði líka lættur sum tómur og skjeyt seg væl upp, tá ið ferð kom á hann, var hann ein góður seglbussi. Ofta var hart siglt og altíð brúkti eg seglið, tað veit Gud at hann hevur metta mangan svangan, síðani eg fekk hann.
Vit róðu vestur um undir krígnum út á skallan, tað vóru 5 tímar út og 5 tímar aftur. Tá var eg mangan kaldur í rongini, men áh hvat hann var góður at stýra, jú mangan stóð blámin langt upp um ásingarnar, men áh hvat hann bar seg væl, og var so serdeilis turrur allan vegin. Ein túr vit komu inn úr vesturhavðinum sótu 2 mans frammi á toftu og ótu við opnum matskrínum, og í ongari oljutroyggju, meðan eitt anna tíggjumannafar sigldi uppá síðuna, har gekk pumpan alla tíðuna. Tað hevði verið ein vakur bóklingur, viss hann var skrivaður um allar vanda túrar eg fór við honum, men væl førdi Harrin okkum í havn. Eg visti altíð at báturin sveik meg ikki, eg var bæði norðri í Vági (Klaksvík) og í Suðuroynni í grind, men Gud havi lov, ongantíð var hann um hálvar snældirnar hvussu í leiki fyri uttan Jesus verið við honum hvar í hann so er og verður, og stóra tøkk hevði hann fyri so væl hann førdi okkum aftur í havn, um vit so settu upp aðrar staðir, altíð var hann tættur og sterkur, sum úr heilum, eg havi haft hann í 43 ár, hann hevur altíð staði inni, tá ið eg ikki havi brúkt hann.

Til slutt tær kærastu heilsanir til tygum og mín góða vin, sum eg aldrin gloymi, Eyrjafossur.
William Tindskarð
Skálavík
rættlisið:
Jóhan Petur Poulsen