Símun á Høgabóli
|
Símun Simonsen
Føddur 8.12.1877, deyður 25.04.1947
Símun vaks upp á Høgabóli í Saltangará. Hann gekk 5 ár í skúla úti í Saltnesi hjá Jóannesi í Skúla.
Símun fór til skips í 1896 við »Delphinen«, skipið, sum pápi hansara hevði fingið bygt. Pól Niklái Danielsen átti skipið tá, og hann var sjálvur skipari.
Tað eru tey gomlu húsini, sum enn standa á Høgabóli. Meðan tey nýggju húsini blivu bygd, búðu tey uppi hjá Biritu, fosturdóttur Jógvan og Malenu. Hon var gift við systkinabarni sínum, Knúti, Eiðis Knút kallaður.
Símun skuldi vera ein stak góður og kvikur smiður. At smíða ein leyp úr heilum træi varð mett at vera eitt dagsarbeiði hjá manni. Símun smíðaði tveir um dagin. Gamli Jógvan hevði lært Símun at smíða. Hann helt, at einki var at finnast at, leyparnir vóru snøggir. Jógvan plagdi ikki at gera leyparnar ferhyrntar, soleiðis sum vanligt var; men hann gjørdi teir smalri aftur og fram. Tá vóru teir lættari at bera í.
Símun royndi nógv við sildagørnum bæði fyri og eftir tað, at hann fór at keypa sild fyri Thomsen. Hann átti nógv sildagørn, eisini átti hann bæði sildanót og brislinganót. Men av tí at bara árabátar vóru tá, bar ikki til at fara rættiliga langt. Tí fekk hann skipasmiðjuna á Skála at byggja sær ein motorbát. Hann fekk navnið »Jóhanna«. Motorurin var ein 9 hesta Gideon. Hann kostaði 2000 kónur at keypa, og báturin kostaði 2000 krónur at byggja. Báturin bleiv latin honum í 1913.
Tá ið fari varð til Havnar við honum, høvdu teir um leið 65 minuttir á Skansatanga, tað er um leið 7 fjórðingar um tíman.
Tá ið motorbáturin varð bygdur, varð Hans Tausen, sum í nøkur ár var at vera á Høgabóli, sendur til Havnar at ganga í motorpassaraskúla. Hann tók prógv í 1912. Tað var fyrstu ferð, at slíkt prógv kundi verða tikið í Føroyum. Próvtøkan varð hildin umborð á »Beskytteren«. Próvdómararnir vóru yvirmenn umborð.
Nú vóru møguleikar at fara út av fjørðinum at royna eftir sild við nógvum gørnum. Roynt vard í Sundalagnum, á Rituvík, á Lambavík og á Funningsfirði og sjálvandi eisini á Skálafjørðinum. Símun tók eisini ímóti sild frá øðrum monnum, sum komu at avreiða.
Motorbáturin varð brúktur til nógv annað enn at veiða sild. Ofta sleipaði hann sluppir ymsastaðni. Tær høvdu ikki motor tá í tíðini. Hann varð brúktur at føra vørur úr Havn, at føra fisk til skonnartir og damparar, at fara eftir lækna og mangt annað.
Sverri Joensen 2003
Brot úr ættarsøguni: Á Høgabóli
|



