Gamli Handil

Søgulig heimasíða fyri Heiðarnar — Saltangará og Runavík

Ellindur Egilstrøð

Ellindur Egilstrøð er føddur og uppvaksin á Eiði og býr nú Í Hoyvík. Ellindur er sjálvlærdur, tó ikki meira sjálvlærdur enn so, at hann altíð hevur eggleitt faðir sín Óla Egilstrøð hvussu hann hevur málað.

Ellindur hevur tekna frá hann var barn við góðari hjálp frá faðir sínum. Men tað er ikki fyrenn Óli andaðist at Ellindur er farin at mála, tá mamma hansara kom við máling, penslum og lørit, ið lá eftir Óla. 
Ellindur hevur tó sín egna sermerkta stíl. Myndaevnini eru alt frá føroysku náttúruni til myndaevni ið ikki eru vanlig at síggja í Føroyum.
Málningarnir á hesi framsýningini eru oljá á lørit.


 Myndir frá Listaframsýning  í

Gamla Handli í Heiðunum
á Eystanstevnu 9. til 17. juni 2011

 Summarkvøld við strendur

 Monika Zachariassen og Eydna Egilstrøð

Jóan Petur á Stongunum og Eyðun Egilstrøð sungu og spældu í Gamla Handli fríggjakvøldið 9. juni 2011.

Heilt fitt av fólki vóru og lurtaðu og vitjaðu framsýningina.