Gomul Jól í Heiðunum 2009
12. des. vitjaðu sløkkibilar við jólamonnum Gomul Jól í Heiðunum, teir sungu og spældu tónleik og eisini høvdu teir okkurt at geva børnunum.
18. des. vitjaði jólaskipið við undirhaldi, góðgati og fýrverki. Ymiskt var á skránni, hornorkestri spældi, jólasøla við Gunvu Justinussen í Gamla Handli og á Neystaloftinum var hugnaliga jólacaféin sum 9. flokkur í Runavíkar skúla skipaði fyri í ár, Jólamennirnir avdúkaðu eisini vinnarnir av teknikappingini.














