Gamli Handil

Søgulig heimasíða fyri Heiðarnar — Saltangará og Runavík

Markatals og Niðursetubygdirnar

Markatalsbygdirnar
 
Markatal er gamalt virðismát og var markatalið treytað av, hvussu nógv í virði (mátað í mørk, gyllin og skinn) jørðin í bygdunum kundi geva av sær.
Markatalsbygdirnar í Føroyum eru 84 í tali og tað er ógvuliga ymiskt hvussu stórt markatalið er í bygdunum. Miðal markatalið fyri tær føroysku bygdirnar liggur umleið 25 merkur. Størsta markatalsbygdin er Hvalba (98 merkur og 13 gyllin) og tær minstu eru Norðtoftir og Norðskáli (hvør sínar 4 merkur).
Eisini er ymiskt, hvussu býtið er millum kongs- og óðalsjørð í bygdunum. Onkrar eru reinar óðalsbygdir (t.d. Gjógv í Eysturoy) meðan aðrar hava størsta partin í kongsjørð.
Kongsbygdirnar eru serliga miðsavnaðar í syðra parti av Streymoy, í landsynningspartinum av Eysturoy og partvíst í Norðuroyggjum, meðan óðalsbygdirnar serliga eru í Norðuroyggjum, í norðaru Eysturoy, í Vágunum, í Sandoy og í Suðuroy. Kongsjørðin hevur serliga verið knýtt at embætisgørðum (serliga kring Havnina) og prestagørðum (t.d. próvstagarðurin á Nesi í Eysturoy og prestagarðarnir í Ónagerði á Viðareiði og í Leirum í Hvalba), men ein stórur partur av kongsjørðini hevur eisini verið umsitin av kongsbóndum á størri kongsgørðum kring landið.
Tá kongsbóndin legði frá sær ella doyði, var lógin so, at tann elsti sonurin arvaði allan garðin, meðan óðalsjørðin í flestu førum varð býtt ímillum børnini hjá óðalsbóndanum, og harafturat kundi óðalsjørðin seljast og keypast, nakað sum ikki var møguligt við kongsjørðini. Hetta hevði við sær um ár 1800, at óðalsjørðin í mongum førum var býtt í ógvuliga smáar partar, meðan kongsjørðin var savnað í størri gørðum.

(Kortið er úr Finnsson 2005 Kelda: Matrikulstovan) 
 
Niðursetubygdirnar
Niðursetubygdirnar eru allar tær bygdirnar, ið ikki eru markatalsbygdir.
Flestu niðursetubygdir eru nær við eina størri markatalsbygd, og eru summar av hesum nú rættiliga stórar. Argir, Skopun, Norðdepil, Tvøroyri, Kambsdalur, Rituvík, Saltangará og Runavík er nakrar av teimum ”best eydnaðu” niðursetubygdunum, og Tvøroyri og Runavík-Saltangará eru enntá vorðnir miðstaðir í teirra kommunum, meðan upprunaligu markatalsbygdirnar, Trongisvágur, Froðba og Glyvrar, hava havt minni vøkstur.
Aðrar niðursetubygdir hava ikki havt sama framburð, og nakrar teirra eru útdeyðar ella eru at meta sum ærgi. Hesar eru Akraberg, Víkarbyrgi/Hamrabyrgi, Fámará (allar í Suðuroynni), Hælur á Hesti, Víkar og Slættanes í Vágunum, Fossá á Borðoynni og Blankskáli á Kalsoynni.
Aðrar bygdir hava framvegis tænastu- og ídnaðarvirksemi á staðnum, men ongar íbúgvar. Hesar eru við Áir, og Nesvík í Streymoynni og Fossánes á Borðoynni. Eisini tvinnar markatalsbygdir hava fingið hesa lagnu, nevniliga Sund í Streymoynni og Strond á Borðoynni. Áhugavert, at báðar hesar síðstnevndu bygdir eru endaðar sum kraftverk.
kelda: 
Bygdin – fyrr, nú og í framtíðini
Bergmann Finnsson og Sámal Matras Kristiansen
Granskingardepilin fyri Økismenning NÁMSRIT 7/2006