Gamli Handil

Søgulig heimasíða fyri Heiðarnar — Saltangará og Runavík

Gomul Jól í Heiðunum 2005

Aftur í ár var skipað fyri jólatiltakinum Gomul Jól í Heiðunum. Tiltakið varð roynt fyrstu ferð seinastu jól og eydnaðist hetta sera væl.
Gomul Jól eru á økinum, har Gamli Handilin í Heiðunum er. Blómuhandilin Orkis selur jólapynt í tí hugnaliga Gamla Handlinum og skótarnir hava jólacafé á loftinum í gamla neystinum á sama øki. So um tú ynskir at koma í jólahýr, er tað
eitt gott hugskot at vitja Gomul Jól í Heiðunum.