Gamli Handil

Søgulig heimasíða fyri Heiðarnar — Saltangará og Runavík

Grønibátur hjá Per í Heiðunum

Her skal sigast eitt sindur um tíggjumannafarið, íð var kallaður Grønibátur tí at hann var málaður grønur í vatnganginum, Grønibátur hjá Per í Heiðunum sigst at vera smíðaur í 1892 av Poul Nicláa Danielsen.

Poul Niklái búsettist í Saltangará í 1892 og sigst Grønibátur vera fyrsti bátur hann smíðjaði eftir at hann búsettist her. Kjølurin er úr eik av DELPHININI, og borð og bond skulu líkaleiðis vera úr reyðviðsplankum av Delphinini. Seymirnir vóru trænaglar.
Grønibátur bleiv nýttur til skjúts, doktara- og grindaferðir umframt fiskarí og handilsferðir.
Hesin bátur er sera nógv útlagdur í botninum og harav framúr til førning umframt sera góður gongubátur við seglum.

Sagt verður at Grønibátur vanliga nýtti tvær mastrar til segl. Hesin bátur bleiv nógv nýttur, serstakliga væl kom hesin bátur við hjá teimun í Rituvík.

Per doyði í 1932 og versonur hansara tók handilin yvir og eisini neyst og bátar. Grønabát seldi hann til Andreas Poulsen á Skipanesi. Andreas seldi bátin seinni til William Tindskarð í Skálavík og um hvussu tað gekk til.

Hilmar Nielsen greiðir frá:

Ein dag ringir Jens Dalsgarð lærari til mín og sigur at báturin hjá abba mínum er til sølu í Skálavík . Tað at tann nógv umtalaði Grønibátur var til enn, kom heilt óvart á. Ringt bleiv til eigarmannin, men tíverri var báturin longu seldur til Herálv Andreasen í Froðba. Tað var spell men einki at gera við.

William Tindskarð fór at greiða frá hvussu hann keypti bátin. Lýsing stóð í Dimmu um bát sum var til sølu inni á Skipanesi, hetta varð fyrst undir seinna heimsbardaga, tá íð vónleyst var at útvega sær borðvið til bát. Hann telefonerar til Andreas og avtala at hann skuldi koma á Skipanes og hyggja at bátinum og so bleiv gjørt. Fyrst úr Skálavík á Havnina við Smyrli og síðan úr Havn til Klaksvíkar og haðan til Norðagøtu og síðan til gongu til Skipanes. Á Skipanesi sær hann bátin og dámdi hann væl og teir komu ásamt um prís og síðan bleiv segl sett á og lagt frá landi. Høgættarlot var og byrður av tí besta suðureftir.

William segði at hann kendi seg sum ein kong har hann sat og stýrdi sínum egna fari. Ferðin suður til Skálavíkar gekk skjótt og væl, og nógv fólk var komið oman at taka ímóti. Skjótt var at bátinum var uppi á turrum. Har vóru nógvir mans hjá íð skoaðu og mettu um bátin. Teirra niðurstøða var at hetta varð ein skaðabátur íð ikki kom at roynast honum góður. Hann var ungur og bragligur tá, men hesar niðurstøður frá eldru bygdarmonnunum slerdu seg hart. Hann sum løtu síðan var errin og stoltur av at koma til heimbygdina við egnum fari, var nú sera illa við.

Práti gekk men so við og við tyntist og at enda var ein einsamallur gamal maður eftir. Hesin gamli maðurin kom til mín og segði, lurta ikki eftir hvat hinir siga, eg skal siga tær tað, at hettar eru dygdarfjalir, hygg botnurin og reisingarnar tær eru framúr, gævi tað untist mær at sloppi at roynt hesar fjalir tí hettar er úrvalsbátur. Hesi orð frá hesum gamla manni gjørdi meg glaðan og ein heitur ylur streymaði ígjøgnum meg, seyði William.

Stór grind doyði stutt eftir í Húsavík, tá tók eg henda gamla mannin við í bátin og vit førdu væl meira grind í bátinum enn nakar annar og báturin lá væl undir førninginum. Tá helt hesin gamli, segði eg tær ikki tað William hettar er ein framúr bátur. Hann er fyri langt síðan farin í Harrans hendur, men hann fekk fullan rætt, tí báturin gjørdist álitisbáturin í bygdini og eg havi verði góður við hann alla mína tíð og hann hevur staði í neystinum líka til nú synirnir (kanska segði hann sonurin) keyptu glastrevjabát, nú mátti hann út úr neystinum.

Tað var sum at fáa knívin at báturin bleiv seldur, tað var illa at tit vóru ov seinir tí tað hevði glett meg um báturin bleiv varveittur og so har á tí stað har hann var frákomin.

Síðan hendi tað at Pápi (Niels Jacob) og eg keyptu bátin frá Herálva og fingu hann í aftur gamla neystið hjá Pidda at standa.

William hevði sett maskinu í bátin og samstundis lyft hann upp við at seta eitt borð afturat.

Vit tóku maskinuna úr og ætlaðu at gera hann aftur so sum hann var, fyri síðan at fáa hann á eitt bátasavn her, men enn er einki gjørt.

William var nakrar ferðir á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimið til umlættingar og tað einu ferðina eydnaðist at bjóða honum inn til ein kaffemun og prát, Petur hjá Bettu og Kissa hjá Olivar vóru her eisini og teir fingu so at hoyra frá honum somu frásøgn. Petur greiddi frá at William hvønn morgun summar og vetur nakin lat seg spula væl og virðiliga við sjógv. Petur segði seg royna tað einaferð, men tað bleiv eisini bert henda eina ferðin tað var nógv for kalt, men hjá William beit einki á, William var ein sera raskur sjómaður.

Undirsíður