Óli Christian Danielsen
|
Uttan Óla var bilsøga okkara fátæk Óla Chr. Danielsen í Saltangará ætlaði at gerast prentari og fór í læru á Dimmalætting. Men tann dreymurin varð av ongum. Boð vóru eftir honum tá hann og familjan upplivdu størstu sorg, sum eitt menniskja kann koma út fyri; og hetta var orsøkin til, at lívsleið hansara varð beind aðrar vegir – í bilvinnuna
![]() Tann 1. januar fór 20. øld aftur um bak og 21. øld tók við, og fólk, sum upplivdu byrjanina og miðjuna av 20. øld, mundu vera ræðslusligin av øllum tí, sum fólkið noyddist at tola í hesi øldini, sertakliga tá hugsað verður um stóru kríggini og bardagarnar landanna millum, og møguleikarnar fyri at menna einstaklingin og tjóðina annars vóru sera smáir. Summi vildu vera við eingir, meðan onnur júst av somu orsøkum brutu upp amar og fóru til verka.
Tá ið eg tríni inn heima hjá Óla Christiani Danielsen í Saltangará, stendur hann har so blíðsnýðaður og tekur ímóti. Nakað burturfrá stendur konan, og visti tú ikki betur, so hevði tær ikki komið til hugsa, at tey í apríl 1999 hátíðarhildu gullbrúdleypsdag sín sman við famlju, vinum og kenningum. Ung vóru tey, tá tey gingu saman í hjúnalag, hon 17 og hann 19 ár. Børn fingu tey, átta í tali, fimm døtur og tríggjar synir. Prentaralærlingur á Dimmalætting Hugurin hjá Óla Chistiani stóð til sjógvin, eins og hjá so mongum øðrum dreingjum tá í tíðini, meðan aðrar umstøður høvdu við sær, at hann fór í læru sum prentari á Dimmalætting í 1945. Hóast hann var stutt í hesum starvi, so minnist hann væl blaðstjóran G. L. Samuelsen og somuleiðis Eiden Müller, sum tá var blaðmaður á Dimmalætting. Sótt herjar Megin hjá sóttini var stór, og hon leyp á tann fríska, hvørji tey so enn vóru, og øllum var greitt, at jarðarlívið er stokkut og haraftrat merkt av angist og trega og ótaldar vandar, so at tey, ið upplivdu hendingarnar, høvdu fingið mein av teimum, litu tey ikki á Gud og náði hansara og fingu mátt frá honum. Poul Niklái og Óli vóru nógv saman, so saknurn var stórur. Lunnar undir lívsleiðina Teir fiskaðu undir Íslandi, bæði við Eysturlandið og Vesturlandið og fingu fulla last eftir stuttari tíð tann fyrsta túrin. Seinni fór øll manningin á Norðbúgvanum um borð á Jóannes Patursson, sum Pf. Uvak í Havn átti. Í 1948 fór Óli í land. Tók koyrikort og byrjaði virksemi sítt á landi. Óli dylur ikki fyri, at hann allar dagar hevur havt áhuga fyri bilum, og longu í 1949 keypti hann sín fyrsta lastbil. Støðið varð nú lagt undir virksemi hansara, og hóast kreppuárini síðst í 1980- og fyrst í 1990-árunum er virksemið økt. Áræði og seiggi Bilsøgan hevði uttan iva verið fátækari uttan Óla, tí hann var tann fyrsti, sum átti kranabil í Føroyum, og eisini tann fyrsti, ið átti lastbil við boogie-hjólum. Politistøðin í Eysturoy helt til í leigaðum hølum hjá Óla í samfull 22 ár, til flutt var inn í nýggja politistøð í Runavík í 1986. Einki reyp hoyrist frá Óla, tá ið tú skiftir orð við hann um virksemi hansara. Sáttliga greiðir hann frá lívslongu royndum sínum, og tað skilst, at kona hansara Jona hevur verið eins íðin og hann í øllum virkseminum, og tá ið eg so spyrji, hvørjir eginleikar krevjast til tess at byggja upp eina slíka fyritøku, svrar hann: »Stríð og strev og ídni og miðvíst arbeiði. Og tú mást altíð vera til reiðar at vága nakað.« Framskygdar avgerðir Um hetta mundið flutti Timburhandilin og Eysturoyar Heilsøla út í Rókalandið og byggibúning varð gjørd undir Mekanik. Stig varð eisini tikið til at byggja frystigoymslu. Tað var kommunan, sum bygdi. Fyrstu tíðina leigaði Lynfrost hana, seinni varð hon seld Joen J. Jacobsen. Í teimum árunum vórðu eisini havnirnar í Søldarfirði og á Bakka útbygdar. Framvegis virkin og fylgir við Óli sigur, at hetta var ein spennandi tíð, og hann er fegin um at hava verið ein partur av henni. Á mentunarøkinum hendu eisini stór framstig: skúlin í Runavík varð bygdur, ítróttahøllin og fótbóltsvøllurin, umframt at ferð kom á at byggibúgva grundstykki eftir at byggisamtyktin, sum Skaarup & Jespersen høvdu gjørt fyri kommunna, var samtykt. Men tílík arbeiði høvdu ikki verð møgulig, áttu vit ikki framskygdar kommunalpolitikarar. Og í hesum sambandi nevnir hann umframt teir í havnarnevndini: Dia P. Johannesen, ið tá var býráðsformaður og sum búði á Glyvrum (nú Nesi), Arnhold Olsen, Rituvík, Hans J. Lamhauge, Lamba, Hans Jacobsen, Glyvrum, Asfinn Sigvardsen, Saltangará og núverandi býráðsformannin Jákup Lamhauge, Saltangará. Um fáar vikur kann Óla Christian Danielsen hátíðarhalda 70 ára føðingardag sín. Hann og konan eru framvegis virkin og fylgja væl við. Tey hava 28 abba- og ommubørn og fimm langabba- og langommubørn. Seinnu árini hevur Óli fingist við jarðarbrúk sum ítrív í frítíðini. Hevur seyð og kálvar, dunnur og gæs, hoyggjar o. s. fr. Hetta ítriv er hann fegin um, tí tað ríkar tilveruna á ein serstakan hátt. Lassi Klein 1. mai 2002
|
