Gamli Handil

Søgulig heimasíða fyri Heiðarnar — Saltangará og Runavík

Símun á Høgabóli

Símun Simonsen
Føddur 8.12.1877, deyður 25.04.1947
Símun vaks upp á Høgabóli í Saltangará. Hann gekk 5 ár í skúla úti í Saltnesi hjá Jóannesi í Skúla.
Símun fór til skips í 1896 við »Delphinen«, skipið, sum pápi hansara hevði fingið bygt. Pól Niklái Danielsen átti skipið tá, og hann var sjálvur skipari.
Málningur av »Delphinuni«
Símun var við »Delphinen« í 1897, og hann vann sær 200 krónur hetta árið.
I 1898 var hann við sama skipi. Men í 1899 fór hann við Pola í Dali við »Oliviu«. Hetta árið vann hann sær 500 krónur.
Tað var so mikið stór inntøka tá í tíðini, at tað varð nógv havt á munni. Napoleon í Dali sjálvur vann sær 1600 krónur. Tað var so mikið nógv, at fólk prátaðu um, hvat hann nú mundi fara at brúka allan peningin til.
Í 1900 var Símun heima. Hann tók tey gomlu húsini niður og bygdi eini nýggj hús upp aftur á somu grundina.
»Olivia« gekk burtur við
14 monnum í 1912
Tað eru tey gomlu húsini, sum enn standa á Høgabóli. Meðan tey nýggju húsini blivu bygd, búðu tey uppi hjá Biritu, fosturdóttur Jógvan og Malenu. Hon var gift við systkinabarni sínum, Knúti, Eiðis Knút kallaður.
Símun skuldi vera ein stak góður og kvikur smiður. At smíða ein leyp úr heilum træi varð mett at vera eitt dagsarbeiði hjá manni. Símun smíðaði tveir um dagin. Gamli Jógvan hevði lært Símun at smíða. Hann helt, at einki var at finnast at, leyparnir vóru snøggir. Jógvan plagdi ikki at gera leyparnar ferhyrntar, soleiðis sum vanligt var; men hann gjørdi teir smalri aftur og fram. Tá vóru teir lættari at bera í.
 

Jóhanna og Símun Simonsen
Tann 8. november í 1900 giftist Símun við Jóhonnu, dóttur Jóhan í Hoyvík.
í 1901 og 1902 var Símun aftur við »Oliviu«.
I 1903 og 1904 smíðaði hann húsini til sleipi-støðina á Skála. Av tí at hann hevði lært at smíða, fekk hann 18 oyru um tíman; men hinir, sum ikki høvdu lært, fingu 16 oyru.
Um heystið í 1904 fór Símun at ganga á skiparaskúla hjá Djurholm.
Fríðrik Petersen 
Ein sunnudag, Símun er í kirkju á Nesi, kemur Petersen próstur til hansara og sigur við hann, at Thomsen á Tvøroyri hevði biðið seg royna at fáa ein álítandi mann inni á Skálafjørðinum at keypa sild til agn til skipini fyri seg. Símun játtaði; men hann mátti fyrst fara suður til Tvøroyrar, av tí at Thomsen vildi síggja mannin.
Gjørt varð av, at Símun skuldi byggja teimum eitt íshús, keypa sild og frysta hana. Eisini skuldi hann reka íshúsið og lata skipunum sild. Hann skuldi fáa eitt oyra av hvørjari sildini í løn. Tá ið Símun kom norður aftur, gavst hann á skiparaskúlanum. Hann fór beinanvegin undir at byggja íshúsið. íshúsið varð bygt av timbri og bjálvað við saguspønum. Tað var liðugt at taka í nýtslu í 1905. Símun rak íshúsið fyri Thomsen til um leið 1914. Tá keypti hann tað og rak tað sjálvur.
Thomas F. Thomsen
Símun royndi nógv við sildagørnum bæði fyri og eftir tað, at hann fór at keypa sild fyri Thomsen. Hann átti nógv sildagørn, eisini átti hann bæði sildanót og brislinganót. Men av tí at bara árabátar vóru tá, bar ikki til at fara rættiliga langt. Tí fekk hann skipasmiðjuna á Skála at byggja sær ein motorbát. Hann fekk navnið »Jóhanna«. Motorurin var ein 9 hesta Gideon. Hann kostaði 2000 kónur at keypa, og báturin kostaði 2000 krónur at byggja. Báturin bleiv latin honum í 1913.
Tá ið fari varð til Havnar við honum, høvdu teir um leið 65 minuttir á Skansatanga, tað er um leið 7 fjórðingar um tíman.
Tá ið motorbáturin varð bygdur, varð Hans Tausen, sum í nøkur ár var at vera á Høgabóli, sendur til Havnar at ganga í motorpassaraskúla. Hann tók prógv í 1912. Tað var fyrstu ferð, at slíkt prógv kundi verða tikið í Føroyum. Próvtøkan varð hildin umborð á »Beskytteren«. Próvdómararnir vóru yvirmenn umborð.
Nú vóru møguleikar at fara út av fjørðinum at royna eftir sild við nógvum gørnum. Roynt vard í Sundalagnum, á Rituvík, á Lambavík og á Funningsfirði og sjálvandi eisini á Skálafjørðinum. Símun tók eisini ímóti sild frá øðrum monnum, sum komu at avreiða.
Motorbáturin varð brúktur til nógv annað enn at veiða sild. Ofta sleipaði hann sluppir ymsastaðni. Tær høvdu ikki motor tá í tíðini. Hann varð brúktur at føra vørur úr Havn, at føra fisk til skonnartir og damparar, at fara eftir lækna og mangt annað.
Sverri Joensen 2003
Brot úr ættarsøguni: Á Høgabóli