Gamli Handil

Søgulig heimasíða fyri Heiðarnar — Saltangará og Runavík

Havnagerð í Saltangará

frá 1909 
“I 1909 ansøger lagtinget staten on tilskud til bygning af havne eller læmoler i Torshavn, Hestur, Kvívík Leirvík, Eiði, Norðagøta, Syðrugøta, Saltangará, Klaksvík, Miðvágur, Sandavágur, Sørvágur, Skopun Vágur, Tvøroyri og Fámjin. Der går dog 15 år, inden den første betonkaj indvies.”
Stjórnin var biðin um at útvega tekningar og kostnaðarmeting av eini motorbátahavn í Saltangará, sum var somikið djúp, at bátar og skip kundu liggja har um veturin. 
Miðskeiðis í tríatiárinum skipaði Símun Simonsen fyri almennun fundi. Kommunustýrið og løgtings-verkfrøðingurin vóru eisini á fundinum. Verkfrøðingurin mælti til at byrja eina komandi havnarbygging soleiðis, at ein verjugarður varð gjørdur móti høgættini nakað norðan fyri Høgaból í Saltangará. Atløgubryggjur kundu síðan verða bygdar fram við tí stóra og slætta lendinum.

Søknarstýrisformaðurin, ið tá var, reistist og segði, at hann var hart ímóti, at nakað var gjørt norðan fyri Høgaból.

Eisini skipaði Símun fyri, at adressur vórðu bornar út í húsini at fáa fólk at skriva undir krav og umbøn um at fáa eina havnaætlan gjørda fyri Saltangará. Tann fyrsta er hetta skriv til kommununa:

Til forstanderskabet for Næs sogns kommune

Da havneforholdene her i Næs Sogn er meget utilfredsstillende, tillader vi os herved ærbødigst at ansøge det ærede forstanderskab om at arbejde for, der bliver anlagt en Havn enten ved selve Saltangaraa eller et Sted i Nærheden, hvor der af sagkyndige maatte anses for mest hensigtsmæssigt.

I Næs Sogn, April-Maj 1936.

50 undirskriftir, ið býta seg soleiðis: Saltangará 13, Rituvík 16, Glyvrar 4, Toftir 6 og Skipanes 11.

Tó at sóknarstýrið var ímóti, so høvdu landsmynduleikarnir áhuga fyri hesum, tí at fyri kríggið samtyktu bæði landsnevnd og løgting at lata gera eina havnaætlan fyri Saltangará.

Um leið tvey ár seinri viðtók løgtingið at lata 75% í studningi til havnabygging í Saltangará, sum skuldi fevna um eitt 10 ára skifti, tó at alsamt eingin viðtøka var í sóknarstýrinum.

Bræv frá Føroya Løgtingi 14/12-1939:

Hervið verður sent nevndarálit í tingmáli nr.IX-9/1938 (Studning til kaj í Saltangará) og gjørt kunnugt, at tingið hevur samtykt uppskot nevndarinnar við 16 atkvøðum.

Sign. Edw. Midens

Eftir nógv stríð og tjak í fleiri ár varð málið at enda viðtikið í sóknarstyrinum.

Í november 1943 var farið í holt við at byggja havn í Saltangará. Men verjugarðurin, sum verkfrøðingurin mælti til at gera norðan fyri Høgaból, varð gjørdur einar 300 metrar sunnanfyri, úti fyri markinum millum traðirnar hjá Ytra Nielsi og Innara Nielsi.

Arbeiðið byrjaði, sum áður nevnt, í 1943. í fyrstuni varð arbeitt upp á tann gamla mátan við eyrhakkara, spaka og trillibøru. Borað var við hond, tá ið sprongt skuldi verða. Hetta var miðskeiðis í krínum, so at trubult var at fáa tilfar. Fyri at fáa byrjað, so breyt Símun gólvið upp í Ovarahúsi. Tað var gjørt úr 5/4 tumma brettum, sum hann læt sóknarstýrinum at smíða formar burturúr. Tí varð fyrsta almenna havnarbyggingin á landsynningsarmi á Skálafjørðinum í roynd og veru í forminum hjá Símuni á Høgabóli, tó at formurin ikki varð settur har, sum Símun dugdi at síggja, at hann átti at standa.
Pierurin longdur:
8. juni í 1974 bjóðaði býráðið til hátíðarhald í samband við at útbyggingin var liðug.
Tað var á heysti í 1970, at byggifelagið Phil & Søn fór undir tað fyrireikandi arbeiði. Nú arbeiðið er liðugt, er pierurin longdur 130 m, og er 12 m breiður. Dýpið er 12 metrar.
keldur:
Færøernes hvornår skete det – Heini Madsen
Tilburðir í okkara øld – Finnbogi Ísakson
Á Høgabóli  – Sverri Joensen
Samstarv – Oluf Djurhuus
árið í fór 1974