Eldri listaframsýningar í Gamla Handli
| Mynd | Dagfesting | Listafólk |
|---|---|---|
![]() | 24. til 27. apríl 2026 | Jón Magnus Joensen Jón hevði málningaframsýning í "Gamla handli í Heiðunum" í samband við Mentanarvikuna. |
| 24. til 27. apríl 2025 | Jón Magnus Joensen Jón Magnus er virkin málari og hevur havt mangar framsýningar ymsastaðni. Hann hevur luttikið á sensureraðum framsýningum. Jón hevur málað, síðan hann var ungur og hevur verið á listaskúla í Danmark eitt skifti. Stílurin er ekspressionistiskur við naturalistiskum eyðkennum og við góðum litspæli og ljósi Jón er av Argjum og býr á Toftum. |
|
| 21. til 28. aptíl 2024 | Jón Magnus Joensen | |
| 23. til 30. apríl 2023 | Jón Magnus Joensen prýddi sjarmerandi gomla handilin við flottum litríkum málningum á Mentunarvikuni |
|
![]() | 21. til 28. oktober 2012 | Tummas Jákup Thomsen, Norðragøta Tummas Jákup sýndi fram tekningar og vatnlitsmyndir. |
![]() | 23. til 30. oktober 2011 | Yan Jingrui, Glyvrar Yan Jingrui sýndi fram málningarnir og vatnlitsmyndir eisini seldi hon kinesiskar vørur og príðislutir. |
![]() | 09. til 17. juni 2011 | Ellindur Egilstrøð, Hoyvík Myndaevnini eru alt frá føroysku náttúruni til myndaevni ið ikki eru vanlig at síggja í Føroyum. |
![]() | 18. til 20. juni 2010 | Marita Vestergaard, Saltangará Marita sýndi fram hándgjørd kort og 21. málningar. Hetta varð hennara fyrsta sjálvstøðuga listaframsýning. |
![]() | 18. til 25. oktober 2009 | Yan Jingrui, Glyvrar Yan Jingrui sýndi fram príðislutir og 26. málningar, málningarnir vóru vatnlitsmyndir av nátturuni og av daglidegnum. |
![]() | 19. til 21. juni 2009 | Hanna á Kjalnesi, Kollafjørður Hanna sýndi fram málningar og príðislutir Hetta varð hennara fyrsta sjálvstøðuga listaframsýning. |
| 19. til 26. oktober 2008 | Harry Knudsen, Glyvrar Harry sýndi fram 30 málningar. Listaverkini eru abstraktir acrylmálningar. |
|
![]() | 27. til 29. juni 2008 | Anna Mohr, Klaksvík Til hesa framsýningina hevði hon 11 málningar. |
| 23. til 25. november 2007 | Edith Mørkøre, Hoyvík Til hesa framsýningina hevði hon 26 málningar. Edith málar abstrakt/ekspresionistiskt. |
|
| 22. til 29. oktober 2006 | Eyð Persson, Diana Jacobsen, Anja Hentze og Oluffa Purkhús. Á listaframsýningini varð høvi at síggja ymiskar lutir úr leiri, málningar o.a. |
|
![]() | 22. til 24. august 2006 | Oggi Lamhauge, Søldarfjørður Oggi sýndi 15 grafiskar myndir fram. Oggi hevur annars verið virkin á listigarliga økinum, síðan síðan hann gjørdist liðugur við útbúgving sína sum listgrafikari við lærda háskúlan í Íslandi. |
| 17. til 18. juni 2006 | Hilmar J. Højgaard, Saltnes Hilmar sum nú arbeiðir burturav við málningalist, sýndi 21 serstaka vakrar málningar fram. |
|
![]() | 23. til 30. oktober 2005 | Hilmar J. Højgaard, Saltnes T-post Hilmar hevur málað síðan 1975 og hevur sostatt drúgvar royndir sum listamaður. Umleið 20 acrylmálningar eru við á framsýningini. Fyri stuttum var Hilmar niðri á skúla og tí er framsýningin eitt sindur merkt av blandaðum stíli og nýggjum íblástri. |
| 12. til 23. juli 2005 | Gunvá Justinussen, Glyvrar hevur málað síðan hon var barn, men seinastu árini hevur hon gjørt meira við tað enn áður. Hon málar akryl og akvarell málningar. Flest allir málningarnir ímynda landsløg og hús, men tó eru nakrar hugflogsmyndir inn ímillum. | |
![]() | 10. til 13. juni 2005 | Gunvá Justinussen, Glyvrar sýndi umleið 25 málningar fram umframt taskur og bundnaturriklæði sum hon hevur tøvt og brodera í, Framsýningin var sera væl vitjað. Hetta varð hennara fyrsta listaframsýning. |
| 11. til 13. juni 2004 | Jørgin Olsen, Runavík Hetta varð hansara fyrsta sjálvstøðuga málningaframsýning. |
|
| 13. til 15. juni 2003 | Hilmar J. Højgaard, Saltnes Hetta varð hansara fyrsta sjálvstøðuga málningaframsýning. |
|
| 5. til 6. apríl 2003 | Ketty á Fríðriksmørk av Strondum og Dagmar Beder av Kambsdali |
|
![]() | 6. til 8. desember 2002 | Emma Heinesen úr Klaksvík sýndi umleið 30 av sínum bestu málningum fram. Framsýningin var sera væl vitjað bæði av lokalum og avbygdafólki. Emma heldur, at slík eldri hús sum hesin handelin eins og Smiðjan í Lítluvík eru serliga væl egnað til framsýningar, tí tey hava sál. Umhvørvið niðri við sjógvin er eisini so hunaligt. |
| juli 2002 | Harry Knudsen | |
| 15. til 17. mai 2001 | Jóannes S. Hansen Saltangará, Sámal Toftanes Leirvík og Kára Løkin Saltangará. Hesi trý hava eftirhondini verið við til fleiri framsýningar og teljast í dag millum tey, sum veruliga hava roynt at ment og fjálga um listina í Eysturoynni. | |
| 2001 | Beinta Hansen Søldarfjørður, Karstin Olgar Lamhauge Søldarfjørður og Eivør Pálsdóttir Syðrugøta. | |
| 12. til 13. juni 1999 | Ung list Eystanstevnan 1999 kvøldskúlanæmingar hjá Ogga Lamhauge: Áki Troest Saltangará 14 ár. Jóannes Lamhauge Glyvrar 13 ár Ken Hentze Saltangará 11 ár Bárður H. Thomsen Saltangará 11 ár Tummas R. Olsen Rituvík 16 ár |
|
![]() | 1997 | Beinta Hansen Søldarfjørður |
| 21. til 22. juni 1997 | Sjúrður Højgaard Runavík og Karstin Olgar Lamhauge Søldarfjørður | |
| 15. til 16. juni 1996 | Karstin Olgar Lamhauge (Oggi) og Sjúrður Højgaard báðir ganga á listaskúla í Íslandi. |












