Gamli Handil

Søgulig heimasíða fyri Heiðarnar — Saltangará og Runavík

Tummas Jákup Thomsen

er frá Norðragøtu og er føddur í 1962.
Listamaðurin er autodidakt, og hevur haft framsýningar bæði í Føroyum og uttanlands, í Danmark hevur Tummas Jákup Thomsen m.a. havt listaframsýning í KS (Kunstnerens Sommerudstilling) í Tistrup. í Arken í Keypmannahavn og í Kunsthuset í Haderslev.
Flestu tekningarnar, íð vóru við á framsyningini í Gamla Handli í Heiðunum, eru teknaðir í hesum árinum. Tó vóru onkrar eldri eisini við.
Tummas Jákup sigur: Eg havi teknað tær úr hugans heimi, ein heimur, sum í flestum førum, eisini vísir hvar eg eri í høpinum og eisini eru sjónligar í tíðarbundna tilvitinum hjá okkum. Onkursvegna vóni eg at tekningarnar kunna vera við til at bróta niður mørk, vit halda eru ómøgulig, til gagns fyri okkum øll somul.


Myndir frá Listaframsýning av
tekningalist í Gamla Handli í Heiðunum
í sambandi við Mentanarvikuna

21. – 28. oktober 2012

Gult pílahús
Eg beri mínar tekningar í tveimun skjáttum
Sureallistiskar tekningar
Grindahvólpar í mánalýsi – Observatorium – Genta
Vallaraheim
http://www.tummasart.dk/main.htm