Gamli Handil

Søgulig heimasíða fyri Heiðarnar — Saltangará og Runavík

Hanna á Kjalnesi

Jóhanna Jakobsen, vanliga rópt Hanna á Kjalnesi, Hon er fødd í 1963, Hanna er ætta av Skála og búsitandi í Kollafirði.
Hanna á Kjalnesi dámar best at mála naturalistiskt og stillmyndir, men hon kann eisini finna uppá at mála nútímans abstrakt
Hanna á Kjalnesi hevur altíð verið áhuga í at brúka hendurnar til tað kreativa. Hon teknaði nógv sum barn og í uppvøkstrinum. Í 1994 var hon á intensivum skeiði í akvarelmáling, sum Flugger skipaði fyri í Tofta skúla.
 – Hetta var hjá einum enskum málara, Alec Krulov. Aftrat hesum hevur hon gingið fleiri ár í kvøldskúla í Kollafjarðar skúla hjá eitt nú Randi Gunnarsdóttir, listakvinnu. Um hetta mundi fór hon at mála við akrylmáling.
Hanna á Kjalnesi hevur verið á framsýningum: í Smiðjuni í Lítluvík, á Sundalagsstevnu í Hósvík, “Fram í Ljósi” í Klaksvík, á Atlantic Pane í Kollafirði og eisini aðrastaðni í Kollafirði.
Arbeiði við smykkum, sum Hanna eisini tekst við, byrjaði á kvøldskúla í perluseyming.
Har fekk hon hug at gera smykkur, sum hon eitt nú hevur havt við á sølustevnu í bygdarhúsinum í Kollafirði.
Hanna á Kjalnesi sigur, at hon fær hugskotini til smykkurnar í mótabløðum og aðrastaðni, og eisini roynir hon at fylgja við, hvat er uppi í tíðini.

Framsýning í Gamla Handli í Heiðunum
á Eystanstevnu 19.-21. juni 2009
Leynar
Skála kirkja
Taskur sum Hanna hevur tøvt og seyma.
Smykkur o.a.