Gamli Handil

Søgulig heimasíða fyri Heiðarnar — Saltangará og Runavík

Harry Knudsen

Harry Knudsen er føddur í 1975, ættaður úr Saltangará og búsitandi á Glyvrum.
Listamaðurin er autodidakt og hevur haft framsýningar bæði í Føroyum og Danmark í m.a. Smiðjuni í Lítluvík, Býráðssalinum í Saltangará, Gamla Handli í Heiðunum, Føroya Húsinum í Keypmannahavn, Eik í Keypmannahavn og í ymsum fyritøkum í Danmark.
Listaverkini hjá Harry Knudsen eru abstraktir acrylmálningar. Motivini eru landskap og støðumyndir av t.d. kaffistovum og átrúnaðarligum myndum.
Listamaðurin nýtir nógv litspæl at skapa ljós í málningunum og fær íblástur av øllum tí sum hann sær og upplivir í gerandisdegnum. Onnur listafólk og listaverk geva eisini nógvan íblástur til hansara málningar.

Málningaframsýning í Gamla Handli í Heiðunum
í sambandi við Mentanarvikuna í Runavík
19. – 26. oktober  2008
Runavík
Krossfestur
Maður við klovnanøs
Menn við klovnanøs: Sofus, Harry, Jenis, Hans Pauli, Heini og Kristian.
Menn við klovnanøs: Janus og Carl Jóhan.
Menn við klovnanøs