Eyð, Diana, Anja og Oluffa – Mentanarvikan 2006
Mentanarvikan í Runavík 2006
Listakvinnurnar Eyð Persson Rituvík, Diana Jacobsen Saltangará, Anja Hentze Saltangará og Oluffa Purkhús Glyvrar, høvdu eina áhugaverda listaframsýning í Gamla Handli í Heiðunum
22. – 29. oktober 2006

Á listaframsýningini varð høvi at síggja ymiskar lutir úr leiri, bundin pløgg og málningar.

Eyð Persson hevur arbeitt við leiri í 4 ár, eisini hevði hon pløgg sum hon hevði bundi og tøvt.

Anja Hentze Hevur mála í nógv ár, við leiri hevur hon arbeitt í 3 ár.

Diana Jacobsen hevur arbeitt við leiri í 3 ár, eisini hevði hon pløgg sum hon hevði bundi og tøvt.

Oluffa Purkhús hevur arbeitt við leiri í 6 ár.