Aftur í ár var skipað fyri hugnaliga tiltakinum Gomul Jól í Heiðunum í Saltangará.
Nógv ymiskt var á skránni, m.a. jólasøla í Gamla Handli og á Neystaloftinum var hugnaliga jólacaféin hjá skótunum.
Skipað var eisini fyri eini teknikapping, har evnið var Jól í Føroyum. Tekningarnar kundu latast inn í Jólacaféini á Neystaloftinum. Vinnararnir fingu gávukort á 200 kr. frá Handilsmiðdeplinum í Runavík. Vinningar vóru latnir til hesar aldursbólkar: 0-3 ár, 4-6 ár, 7-10 ár, 11-14 ár og 14-100 ár.
Joan Hammer úr Vík og Gertrud Justinussen úr Árnafirði vóru og keyptu í Gamla Handli.
Jógvan Ravnsfjall og konan Birna úr Klaksvík, fáa eitt gott prát við Thorleif Hansen úr Saltangará
Jóhan Elkjer Hansen tekur ímóti tekning frá Elsu Skoubo Jacobsen Vinnarar av teknikappingini vóru: Elsa Skoubo Jacobsen 9 ár av Glyvrum, Beinir Rasmussen 6 ár úr Saltangará, Markus Olsen 6 ár úr Rituvík.
Mai-Britt Skoubo Bærentsen, Hildur Skoubo Jacobsen, Elsa Skoubo Jacobsen og Hjørdis Hammer hugnaðu sær við vaflum og holukøkum á Neystaloftinum, eftir at tær høvdu latið tekningar inn til teknikappingina.
Nógv fólk var og tók ímóti tá Brandbilur við jólamonnum var og vitjaði Gomul Jól í Heiðunum
Jólamenn spældu og sungu nakrar jólasangir
Dia Ellindsson – Richard Venzil Højgaard og jólamaður o.o.