Gamli Handil

Søgulig heimasíða fyri Heiðarnar — Saltangará og Runavík

Um Viðaskipið Primus

Árnafjørður frá Breiðá og heimeftir

Primus er tað farmaskipið, sum mest prát hevur verið um á hesum leiðum. Tað var ein bark úr Arendal, sum síðst í oktober 1875 sást út fyri Skorina á Borðoynni, hon hevði heldur løgnan atburð, og bátur fór tí út móti henni, men har gjørdist onki, hon var ikki siglufør og fólk var onki at síggja. Stutt eftir bar hon við land undir Skoratanga, brotnaði nakað, men fleyt á lastini, sum var full av viði, inn á Árnfaravík, har hon rak á land fyri álvara og brotnaði. Her flotnaði viðurin út og tað í slíkari mongd, plagdu teir gomlu at taka til, at tað var gangandi um víkina út um Breiðá eftir furuplankunum. Tað er kanska nakað rívan tikið til, men auktiónin vísir, at óføra nógv varð selt; eisini talið á bjargingarfólki sigur, at her var nakað at forvinna.

Skipið kundi væl vera komið rekandi langvegis, tí hann hevði ligið lágt ein heilan mánað við so ringum veðrið, at árnfirðingar høvdu ikki sloppið á fjall yviri í Bergi fyrr enn henda sama dagin, og tóku teir tá bæði skurð og klipping í senn.

Klæmint Olsen var tá sýslumaður, hann sigur, at hann kom til Árnafjarðar um fýra tíðina 27. oktober, og tá vóru har 32 mans og bjargaðu; hann leggur afturat, at aðrir bjargaðu bæði á Borðoyavík og Gerðadølum, bæði frá landi og við bát. Dagin eftir bjarga 115 mans í Árnafirði, sigur hann, annan dagin eftir 119 o.s.fr. umframt teir, sum eru á Boroyavík og Gerðadølum. Í Árnafirði vóru tá bert 8 hús og 41 fólk, so har man hava verið trongligt onkustaðni.

Primusviður er blivin tiltak víða hvar; nú eru 90 ár, síðan tað nógv umtalaða viðaskipið fór á land, men enn standa fleiri hús, sum vórðu gjørd av hesum fráskila góða viði, mest plankar 3×8 tummar. Tað kom rættilig ferð í húsabyggingina hesi fyrsti árini, kanska serliga í Norðoyggjum. Viðurin var bíliga seldur, serliga til teir, sum høvdu verið við at bjarga og menn fingu tilfar til øll húsini fyri 12 dálar. Tey góðu fiskiárini mitt í hálvfjerðsunum høvdu givið fólki væl av pengum um hendur.
hetta er úr bókini hjá:
J. Símun Hansen
HAVIÐ OG VIT II frá 1966