Elis Poulssen hevur samrøðu við Petur Højgaard um sjólívið og spældur bleiv eisini sangurin sum Petur hevur yrkt “Tú Fødur føroyingur fríur”

Petur Højgaard og Elis Poulsen
Tú føddur føroyingur fríur.
Tú føddur føroyingur fríur,
væl borin i móðurlands fang,
væl veri tín byrur blíður,
tín framtíð rík og long.
Niðurlag:
Tað landið, tú nemur er Føroyar,
væl runnið úr norrønar” rót,
Guds trúgv og álit á landið,
tá grør um gangandi fót.
Føroyingur, tú kennir teg heima,
títt borðfæ, tað fongríka hav
várar forfedrar ei vit gloyma,
tær oyggjar tú Harrin teim” gav.
Hygg sólin á tindarnar roðar,
nú brosar tín móðir til tín,
tær kenslur í hjartað hon boðar
um Skaparans verk til tín.
Hann álitið hevur tær givið,
tú setir teg aftur í rong,
tak róðrið og eingin ivi,
vind Merkið á fulla stong.
Orð og lag:
Petur Højgaard
Saltangará