Poula Andersen krambakvinna hjá blómuhandlinum Orkis selur jólapynt í Gamla Handlinum

Til ber at vitja Gomul Jól í Heiðunum í Saltangará hvønn dag til jóla frá 16-18, tó leygardagar frá 12-14.
Nógv ymiskt er á skránni, blómuhandilin Orkis selur jólapynt í Gamla Handlinum, skótarnir selja jólatrø úti og hava jólacafé á loftinum í gamla neystinum.
Í vikuskiftunum skipa skótarnir fyri einum mini mini djóragarði við føroyskum djórum.
Livandi tónleikur verður at hoyra hesar dagar:
mikudagin 8. desember syngja børn úr Barnagarðinum á Mýrunum (Útistovu) jólasangir.
Hósdagin 9. desember syngja børn úr Heimistovu. Vikuskiftið 11. og 12. desember spæla Áki Hansen o.o. horn.
Mánadagin 13. desember syngja børn úr Miðstovu. Týsdagin 14. desember syngja børn úr Frítíðarskúlanum á Toftum.
Hósdagin 16. desember syngja børn úr Innistovu.
Leygardagin 18. desember spæla Bodil Simonsen og Maria Tausen o.a. floytu.
Sunnudagin 19. desember spæla Joan Simonsen og Bodil Tausen violin.
Mánadagin 20. desember syngja Joan Simonsen, Monika W. Poulsen, Karla Maria Gaardbo og Jenny á Reynatrø jólasangir.
Týsdagin 21. desember syngja Marita Joensen og Jonni Hansen.
Mikudagin 22. desember syngja Joan Simonsen, Monika W. Poulsen, Karla Maria Gaardbo og Jenny á Reynatrø og
Hósdagin 23. desember spæla Áki Hansen o.o. horn.
Jólaskip leggur at í bátahylinum í Heiðunum týsdagin 21. desember.