Gamli Handil

Søgulig heimasíða fyri Heiðarnar — Saltangará og Runavík

Basskonsert umborð á Høganes við Øssuri Johannesen

Fríggjakvøldið 16 juni 2006 kl.21.00 hevði Øssur Johannesen Føroya mest orginali, ekspressive, virutuosi og ekstremi solobass-spalari, konsert umborð á Høganes sum liggur í bátahylinum í Heiðunum, hann framførdi eina bass-solo konsert við egnum, nýggjum løgum og tilfari hjá øðrum, m.a. tvey samansett stykki við temaum eftir Bethooven og eina “medley” við løgum eftir Led Zeppelin, Tjakovski, Uraiah Heep og Grieg.
Øssur læs eisini egnar yrkingar, og løtan endaði við eini bass og guittar duo, sum Øssur og Hjalti Joensen framførdu saman.
Tað vóru millum 30 og 40 áhoyrara til konsertina.
 
Síðani 1996 hevur Øssur givið 5 fløgur út, 3 solo og 2 saman við Hjalta Joensen, allar eru útgivnar av plátufelagnum Tutl. Øssur hevur drúgvar royndir í at framføra bæði í Føroyum og uttanfyri landoddarnar.
Hjalti Joensen er ein av fremstu guittarleikarum okkara, hann er kendur frá m.a. Moira, Terja Rasmussen Devon og Kíkum.