Gamli Handil

Søgulig heimasíða fyri Heiðarnar — Saltangará og Runavík

Nógv fólk var samankomið tá Jólaskipið legði at í Heiðunum

Hugnaliga tiltakið er sera fjølbroytt við nógvum ymiskum á skránni. Økið er vakurt pyntað við perum og jólatrøum og skótarnir hava gjørt eitt portur úr raftum við inngongina til Gomul Jól. Teir skipa fyri hugnaligu jólakaféini á Neystaloftinum, har tú kanst keypa heitt gløgg, kaffi, vaflur, eplaskivur og annað gott, meðan tú lurtar eftir jólatónleiki.

Tiltakið var roynt á fyrsta sinni í fjør, og var tað so væl umtókt, at tað aftur er á skránni í ár. Tiltakið hevur verið opið hvørt vikuskifti síðani 1. sunnudag í Advent, og jólavikuna er opið hvønn dag til og við hósdagin  22. desember.
Opið er hvønn dag frá kl. 16:30 til 19:00.Í hugnaliga Gamla Handlinum hjá Olivari, hevur blómuhandilin Orkis eina rúgvu av jólaprýði til sølu. Her eru ljós, stakar, vættrar, jóladekoratiónir og mangt annað. Jólatrø fáast eisini til keyps uttanfyri. Harumframt er eitt rúm í handlinum, har ymisk tiltøk hava verið, Leygardagin 3. des. tók fotografurin Amy Hansen, Jólamyndir av børnum og vaksnum í Gamla Handlinum, í løtuni hevur Gunnvá Kjærbo av Strondum ymiskar vørur til húðrøkt til sølu.

Nógvur tónleikur

Í jólakaféini á Neystaloftinum er tónleikur at hoyra hvønn dag. Mánadagin 19. desember fara børnini úr Útistovu í barnagarðinum á Mýrunum at syngja jólasangir, og týsdagin 20. desember fer 12 ára gamla Bjørt Simonsen o.o. at spæla á sello. Hósdagin 22. desember, sum er síðsti dagurin, áðrenn tiltakið endar, spæla Angelica Nielsen og Tóri Restorff Jacobsen á violin og sello.

Børnini kunnu gleða seg !

Í ár hevur eisini verið skipað fyri eini teknikapping fyri børn. Evnið er “Jól í Runavíkar kommunu”, og øll børn kundu lata tekningar inn í Gamla Handlinum hjá Olivari ella í jólakaféini. Seinasta freist at lata tekning inn var sunnudagin 18. desember kl. 19:00. Vinnarnir av teknikappingini verða kosnir tá jólaskipið kemur inn mikudagin 21. desember. Vinningarnir eru gávukort frá Handilsmiðdeplinum í Runavíkar kommunu, og millum jól og nýggjár verður ein framsýning við øllum myndunum í blómuhandlinum Orkis á Glyvrum.

Børn og vaksin kunnu eisini gleða seg til mikudagin 21. desember, tá jólaskipið leggur at í bátahylinum, sum er beint við økið. Skotið verður við fýrverki tá skipið leggur at. Umborð á skipinum verða jólamenn, vættragentur, og kanska eisini okkurt vættrabarn.
Jólamenninir fara at syngja saman við børnunum, og vættragenturnar fara at dansa onkran vættradans. Tey fara sjálvandi eisini at hava okkurt gott at bjóða børnunum, sum eisini kunnu gleða seg til, at vinnararnir av teknikappingini verða kosnir ta løtuna.

Handlarnir í Handilsmiðdeplinum hava leingi opið í jólavikuni. So øll eru hjartaliga vælkomin til býin hesar dagarnar til jóla. Tað er eitt gott hugskot at fara ein túr til “Gomul Jól í Heiðunum”. Tá ið jólainnkeyp og annað er liðugt, kanst tú so leggja leiðina ein túr til hugnaligu og spennandi jólabygdina Æðuvík, og so ert tú í røttum jólahýri.